Sørvágs kommuna: Almenn móttøka var í verkhúsinum á Ovaravegi 27 í Sørvági í sambandi við at latið verður upp nýtt veristað.
Sørvágs kommuna hevur umvælt og umbygt Verkhúsið, soleiðis at nú er pláss fyri fimm búfólkum, ið nú hava góðar karmar at húsast í.
Eisini var nýtt navn avdúkað, og eitur stovnurin nú SKÁIN.
Nógv fólk var møtt til móttøkuna, og røður vóru hildnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo