Eftir at hava sitið saman í gjár hava partarnir í ósemjuni gjøgnum semingsmannin avtalað at hittast aftur í dag.
Semingsstovnurin vil onki siga, men helst er tað tekin um, at okkurt er við at henda, tí hetta er fyrstu ferð í langa tíð, at partarnir avtala nýggjan fund.
Verkfallið hjá felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gongur nú á sjeyndu viku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo