Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lýsti arbeiðssteðgurin hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag rakar ikki kommunala sáttmálaøkið.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur ikki sáttmála við omanfyrinevndu fakfeløg, og er sostatt ikki partur av trætuni millum nevndu feløg og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað, at kommunurnar brúka sáttmálarnar hjá arbeiðarafeløgunum og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki við sær, at arbeiðarafeløgini kunnu leggja arbeiðið niður á kommunala sáttmálaøkinum.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur ikki kollektivan sáttmála við arbeiðarafeløgini.

Arbeiðsfólk, sum arbeiða í kommununum eru sett í starv individuelt við einstaka kommunala arbeiðsgevaran, og eru tí ikki fevnd av (kollektivt) lýsta arbeiðssteðginum.

Tað er tí ikki rætt, sum formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Heri Reynheim sigur í fráboðan síni fyrr í dag, at arbeiðsfólk, sum eru sett í starv hjá kommununum eru fevnd av lýsta arbeiðssteðginum.

Arbeiðsfólk, sum starvast hjá kommununum, SEV og IRF fara sostatt ikki í verkfall, so sum lýst er týsmorgunin 14.05.2024 kl. 00.00 (á midnátt mánakvøldið).

Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Per Martin Gregersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo