Vinnuhúsið: Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.
Verkfallið er bara galdandi fyri tey, sum bæði eru:
-
Limir í Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðarafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag
-
sum eru fevnd av einum sáttmála hjá einum av hesum fýra fakfeløgum.
Hetta er greiða niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú arbeiðarafeløgini føra nakað annað fram.
Talan er ikki um eina nýggja støðu. Hetta hevur verið galdandi í nógv harrans ár, bæði í Føroyum og aðrastaðni.
Eitt nú kann nevnast, at í vegleiðing um arbeiðssteðg hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum er tað sama ásett. Har verður staðfest, at “Arbeiðssteðgurin er bara fyri tey, sum eru limir í fakfelagnum. Tey, sum ikki eru limir, hava rætt og skyldu at vera í starvinum.”
Vegleiðingin sæst her.
Somu niðurstøðu hevur Medarbejder- og kompetencestyrelen í Danmark, har tað í teirra vegleiðing verður staðfest at:
“Konflikten omfatter personer,
-
som er medlem af den faglige organisation og
-
som er ansat inden for det område, der er dækket af en kollektiv overenskomst med den pågældende faglige organisation, og for hvilket der er iværksat en overenskomstmæssig strejke/lockout.”
Vegleiðingin hjá Medarbejder- og konkurrencestyrelsen, sum hevur at kalla sama leiklut í Danmark sum lønardeildin í Føroyum, sæst her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo