Fyrru helvt í juni vóru ferðafólkini á flogvøllinum 14 prosent færri enn í juni í fjør.
Eisini um vit taka allan juni, eru færri ferðafólk, 4,9 prosent færri, skrivar KVF.
Fyrra hálvárið var vøksturin bara 0,9 prosent sammett við fyrra hálvár í fjør.
Var einki verkfall, var vøksturin kanska fimm prosent, heldur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo