Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í gjár samtykti Løgtingið, at nakrir sjúkrarøktarfrøðingar skuldu aftur til arbeiðis, so heilsuverkið kann veita fólki lívsneyðuga hjálp.

Tað hevur av góðum grundum elvt til, at fólk eru ill, hørm og vónbrotin. Sum partur av tingbólki Javnaðarfloksins havi eg stórt forstáilsi fyri teimum atfinningum, sum flokkurin er fyri.

Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum hevur í allari tilgongdini inniliga heitt á partarnar um at fara aftur til samráðingar. Tað hevði verið tann mest virðiliga loysnin fyri allar partar í hesari trætuni. Tað var eisini dúgliga roynt allan gjárdagin á tamb.

Tað eydnaðist so ikki. Tíverri. Og tað er nakað grúðiligt lort, eisini ásannandi, at ivaleyst kundi okkurt verið handfarið øðrvísi í tilgongdini upp til støðuna í gjár.

Ístaðin elvdi hendan trætan til, at løgtingsfólk vóru kroyst upp í ein krók og í grundini biðin um at taka støðu til at bjarga lívi ella ikki at bjarga lívi. Tak undir við at lóggeva at lata sjúkrahúsverkinum nøkur undantøk, ella smokkar sjúkrahúsverkið saman. Tak undir við at gera politiskt inntriv í frælsa samráðingarrættin ella hygg at, meðan fólk, sum eru í lívsvanda, ikki fáa hjálp.

Tað er púra rætt, sum fakfeløgini siga, at eitt framkomið demokratiskt samfelag eigur ikki at taka fríu sáttmálasamráðingarnar frá fakfeløgunum við lóg. Hetta var av somu orsøk ein ómetaliga herskin biti at fáa á borðið. Eg haldi kortini heldur ikki, at eitt framkomið demokratiskt samfelag bara kann sita og hyggja at og einki gera, meðan okkara sjúkrahúsverk ikki kann veita fólki lívsneyðuga hjálp.

. Eg veit væl, at tað er sagt so ofta fyrr, men álvaratos, alt annað er ábyrgdarleyst. Sjálvandi skulu fakfeløgini krevja okkurt afturfyri, men tað ber snøgt sagt ikki til, at vit ikki hava skipaðar reglur um undantaksstøður sum hesar. Tað er óvirðiligt, at vit sum samfelag ikki kunnu hjálpa teimum, sum hava bráðfeingis hjálp fyri neyðini.

Uni Holm Johannesen
Tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo