Vága Kommuna: Stjóri fyri nýstovnaðu fyritøkuna er Tróndur Kollsker.
Vaksandi ferðavinnan eftirspyr góðar gistingamøguleikar og gisting sum brýtur frá tí vanliga. Náttúruvakra økið niðri við Tjørn, við útsýni oman á Leitisvatn og út á Trælanípu, verður partvíst ein perla við vøkrum stílfullum smáttum sum fella inn í landslagið. Smátturnar verða bygdar við føroyskum byggilistarligum dygdum sum byggja á traditiónsríka føroyska byggilist, sum skulu fáa smátturnar at falla natúrliga inn í landslagið og skapa eina kenslu av friði og ró fyri gestirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo