Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Røðan sum formaðurin í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen, flutti fram á ársaðalfundi felagsins í dag:

”Tað er sum at fáa navaran niður ígjøgnum eina harða fjøl.” Soleiðis tók Max Weber einaferð til, maðurin sum lat frá sær ”Die protestantische Ethik und der Geist des Kapitalismus”, tá ið hann umrøddi politisk viðurskifti, og Heini í Kunoy tók ofta til av tingsins røðarapalli, at tað, at fáast við politikk, var sum at arbeiða í einum grótbroti, man verður ongantíð liðugur. Aeternum opus. Orsøkin er, at kringumstøðurnar broytast javnt og samt, og táið eitt mál er rokkið, miðar tú eftir tí næsta. Politikkur er sum ein kringekja, ið ongantíð svevur. Ongin fær heldur steðgað henni á leiðini fram.

Háttvirda samkoma. Háttvirdu borgarstjórar og bý- og bygdaráðslimir. Hjartaliga vælkomin til hendan aðalfundin hjá Kommunufelagnum, sum er hin ellinti í røðini, síðan allar kommunurnar í landinum gjørdust partar av einum og sama felag í 2014.

Ein kona spurdi meg nú ein dagin, um Kommunufelagið bert var ein verjusamgonga, sum ongar visiónir og ætlanir hevur? Svarið var, at vit rúma báðum. 29 kommunur hava hvør í sær sína egnu visión, og samtakið – Kommunufelagið – skal andvegis øðrum myndugleikum tryggja, at tað ikki verður søkt at møguleikanum at fremja verk samsvarandi visiónunum kring um landið. Kommunurnar eru framsókni bulurin undir føroyska samfelagnum á flestu mótum, og Kommunufelagið kann kallast ein verjusamgonga, táið tað snýr seg um at verja okkara politiska frælsi ímóti álopum uttaneftir.

Kommunuval verður 12. november í ár, og harvið er hetta seinasti aðalfundur felagsins í hesum valskeiðnum. Vit báðir Heðin hava sitið í formansskapinum hetta skeiðið og lupu um borg á hálvari leið. Honum takki eg fyri sera gott samstarv, og fari eg eisini at nýta høvið at takka KAF-formanninum og ikki minst fyrisiting okkara, við Eyðuni Christansen, leiðtogara, á odda, fyri vala verk og hendinga gott samstarv.

Kommunufelagið fylti 10 ár fyri kortum. Á aðalfundinum í 2023 – fyri einum ári síðan - varð kunngjørt, at hetta tíðarmál setti undir, at ein eftirmeting varð gjørd av viðtøkum felagsins, sum av góðum grundum vóru ávirkaðar av samanleggingini millum Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag við virknaði frá 1. januar 2014.

Yvirskipaði bjálkin í arbeiðnum hevur verið at demokratisera felagið. Hesi 10 árini hava tað t.d. bert verið 13 borgarstjórar – av 29 – sum hava havt møguleika fyri at møta á stýrisfundum. Tað er nú broytt, á eykaaðalfundi í desember í fjør, og vónandi fáa aðrar viðtøkubroytingar í uppskoti neyðugu undirtøkuna á aðalfundinum í dag, soleiðis, at felagið stendur við dyggum fótafesti á einum tryggum palli tey næstu nógvu árini. Onki er meiri eyðsýnt enn tað, at tørvurin á einum magnmiklum kommunufelag bara fer at økjast við tíðini. Í eftirmetingarbólkinum hava sitið Heðin Mortensen, Per Martin Gregersen, Eyðun Christiansen, Janus Haraldsen og eg sjálvur.

Í samfelagshierarkinum standa kommunurnar undir lóggevandi valdinum sum velur útinnandi valdið. Bulurin er Kommunustýrislógin, men kommunurnar skulu í gerandisdegnum eisini fyrihalda seg til alt fleiri lógir, nú so nógv høpi eru løgd út til teirra at reka. Í so máta má felagið støðugt vera á varðhaldi soleiðis, at vit ikki verða tikin á búri, táið lógir verða broyttar.

Av góðum grundum er nógv samskifti millum Føroya landsstýri og Kommunufelagið. Hóast ósamd um staklutir, so hevur tað sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, verið betri dialogur millum partarnar enn undir sitandi landsstýrissamgongu. Partarnir vita av hvørjum øðrum og tosa við hvønn annan, táið tað verður hildið neyðugt. Fleiri av politisku lyftunum hjá samgonguni ávirkaðu av góðum grundum fíggjarstøðuna hjá kommununum, men tað hevur higartil í flestu førum eydnast okkum at fáa javnað missin aftur, táið átøkini vóru sett í verk. Lønarlyft, tøkugjøld, veiðigjøld eru dømi um tað.

Í næstum kann væntast, at málið um 37 tíma arbeiðsviku kemur fyri aftur, og líkamikið hvat ið man meinar um tað málið, kemur tað at hava fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar. Búskapardeildin hjá Kommunufelagnum hevur roknað seg fram til, at samlaða langtíðarávirkanin, um málið verður framt, verður ein kostnaður á 613 milliónir krónur í dagsfæi, og av hesum eiga kommunurnar 205 milliónir krónur. Eisini í hesum málinum er felagið búgvið til at verja tey kommunalu áhugamálini.

Tað er ikki ov nógv sagt, nú so nógv er lagt út til kommunurnar at reka, at hesar eru tann veruligi stabilisatorurin hjá borgarunum í Føroyum.  Fólkið kennir seg væl nærri hinum kommunala geiranum heldur enn landsgeiranum. Styttri er millum partarnar og tað skjótari kunnu avbjóðingar takast upp til viðgerðar og loysast øllum til frama. Um somu tíð sum kommunurnar hvør í sær hava eina framtíðarsjón um sítt egna lív, skal Kommunufelagið støðugt standa sum garanturin fyri, at onnur ikki leggja okkum fótonglar í vegin.

Kommunufelagið luttekur millum onnur áhugamál í einum orkubólki, sum landsstýrið hevur sett niður, og fyrstu úrslitini síggjast nú aftur í broytingaruppskoti til Elveitingarlógina sum liggur í tinginum. Bólkurin heldur fram hagartil komið er á mál, og ongin skal ivast í at kommunalu umboðini til eina og hvørja tíð miða eftir optimalum rationellum loysnum, samstundis sum vit stútt og støðugt taka hædd fyri áhugamálunum hjá orkufelagi okkara – SEV. Søgan hjá SEV er søgan hjá vælferðarsamfelagnum í Føroyum. Søgan um tær modernaðu Føroyar. Tað mega vit ongantíð gloyma, hóast alt í dag kennist okkum so makaleyst. 5´mannabólkurin, sum í sínari tíð varð valdur til tess at viðgera SEV´bygnaðin, hevur verið ov lítið virkin, men hann fer eftir aðalfundin at seta ferð á arbeiðið aftur.

Tað kemur fyri at enntá onkur samfelagsfrøðingur heldur, at kommunurnar áttu at verið foyktar endaliga av jørðini. Fái ikki verið meiri ósamdur. Umframt at tryggja neyðugu og fundamentalu undirstøðuna í gerandislívinum hjá føroyingum vera dagstovnar, eldrarøkt, skúlar, karmar um frítíðarlívið hjá fólki etc. skipað í kommunalum regi, og ikki minst er tað ein kommunalur leikur burturav, at ravmagn støðugt kemur út í slitlarnar á bróstunum hjá okkum øllum - fyri sama kostnað í Hattarvík sum í Niels Finsensgøtu, at ruskposarnir verða heintaðir hvørja viku og at vatn rennur úr køkskranunum á hvørjum morgni.

Tað er so sjálvsagt og nátúrligt sum dagurin er ljósur og náttin er myrk, soleiðis heldur Jens Pauli Heinesen fyri um tveir smádreingir sum berjast í triologi´uni “Tú upphavsins heimur.” Teir berjast um allan heim, mestsum fyri at vátta hitt ævinliga aldandi lívið. Fyri viku síðan vóru persiskar eitursnældur sendar loftvegis um markið til Ísrael, og í morgun svaraðu ísraelar aftur, táið teir søktu at hernaðarstøðini í Isfahan í Iran. Landamørk vera ikki vird longur, og støðan í heiminum er verri enn hon hevur verið.  Hjá Jens Paula vann Baltasar á Dávidi, men í eskalerandi bardøgum tvørtur um landamørk í hesum døgum eru tað bert vápnasmiðirnir sum hava góðar dagar. So hvørt sum blóð flýtur í stríðum streymum í Ukraina, Gaza, Yemen og aðrar staðir, skroyvar tað upp í teirra trivaligu peningaboxum. Sjálvandi ávirkar hetta eisini eitt fjarskotið land sum Føroyar, men higartil sær tað ikki út til at hava havt stórvegis ávirkan á føroyska búskapin. Okkara fyrimunur er sjálvandi, at vit í stóran mun eru matexportørar, og tørvurin á mati bara veksur sohvørt sum mannaættin fjølgast. Yvirhøvur sær fíggjarliga gongdin hjá kommununum higartil í ár út til at vera á heilt góðari leið. Rentan er m.a. nakað fallandi aftur eftir eitt lop øvuta vegin, og har sum nakað av skuld er, er tað ein skjót og góð hjálp í rakstrinum.

Í skiftisvirknaðinum millum land og kommunur man eldraøkið vera tað, sum hevur tikið mestu orkuna hjá pørtunum. Soleiðis sum útlitini eru fyri broytingum í demografi´uni, er neyðugt at fyrireika seg til eina aðra støðu enn hana, vit í dag hava ábyrgdina av, og táið pensiónssjunturin steðgar í 2026, kemur stígur í inntøkuvøksturin, meðan útreiðslurnar halda fram at vaksa við sama lag. Rationaliseringar, nýhugsanir og strukturbroytingar í fíggjarkervinum á økinum vera ein partur av loysnini, og sambært semju er skuldarmarkið hjá kommununum nú hækkað og brúkaragjøldini dagførd. Hesi átøkini einsamøll loysa ikki avbjóðingina. Tað hevur verið uppi og vent at lækka botnfrádráttin, at beina rentustuðulin burtur yvir áramál og at taka kommunurnar úr skipanini við meirvirðisgjaldi. Røkkur hetta ikki yvir ár, og tað ikki verður tikið til onnur átøk, so kann væntast, at ongi onnur ráð eru, enn at hækka kommunalu skattastigarnar aftur.

Annars bendir okkurt á, at Heilsumálaráðið hevur valt at varðveita kommunulæknaskipanina á leið soleiðis sum hon hevur virkað higartil. Neyðugt er, at kommunurnar fáa trygd fyri at hetta verður loysnin tey næstu nógvu árini, soleiðis, at til ber at raðfesta yvir tíð, serliga táið tað snýr seg um íløgur á økinum. Landsstýrið arbeiðir í løtuni fyri, eftir tilskundan frá Kommunufelagnum, at fáa sett eina gjaldsskipan í verk fyri hús, sum standa tóm í nógvum bygdum kring landið. Stóri tørvurin á heilsurøktarum og heilsuhjálparum hevur elvt til, at arbeitt verður við eini “lærlingaskipan”, har hesi kunnu koma í eina lønarskipan undir útbúgving. Fyri kortum gjørdu Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Sprotin eina fimm ára avtalu um at halda fram við kostnaðarleysu atgongdini hjá øllum føroyingum til talgildu orðabøkurnar, sum er ein heimssensatión, og hvørs virði ikki kann yvirmetast í strembanini eftir at røkja, menna og varðveita okkara alra samleika – móðurmálið.

Kommunurnar eru sum frá er liðið vorðnar ein stórur aktørur í føroyska samfelagnum, ja, so stórur, at álíkningin av persónsskatti nú er trivaligari enn hon í landsgeiranum. Tí eygleiða tær sjálvandi samfelagsgongdina áhaldandi og gera sær stútt og støðugt metingar um útlitini. Vit hava verið partar av einum óvanligum og vaksandi hákonjunkturi í eitt drúgt áramál, sum er farið um allar bíbilskar terminir. Fleiri spyrja helst í hesum døgum: “Fer hetta at halda fram í allar ævir?” Vanliga hava vit livað við stórum búskaparligum sveiggjum, onkuntíð so ógvisligum, at kreppurnar hava tikið yvir stýrisvølin frá landsins politisku skipan. Royndirnar áttu at havt lært okkum, at til ber at stjórna tjóðini somikið skynsamt, at hetta ikki endurtekur seg.

Støðan í løtuni er góð, ikki minst góðu gongdini í alivinnuni og stórtiknum autonomum uppsjóvarkvotum fyri at takka, sum ikki taka hædd fyri lívfrøðini. Kortini sæst glæman frá ávaringarlampum, sum boða frá, at stig mega takast nakað skjótt. Politiski retorikkurin er eisini farin at líkjast honum í áttatiárunum, táið so at siga alt bar til, bara eitt sveimandi hugflog setti mørkini, áðrenn alt fór út av ørvarendanum. Í ramasta álvara renna menn nú fram á miðlatorg við milliardaíløgum, ið hava sum fremsta endamál at tøla veljarafjøldina. Vit flyta í alt størri mun arbeiðsmegi uttaneftir inn á arbeiðsmarknaðin, meðan talið av almennum løntakarum í Føroyum er vaksið við 4 túsund starvsfólkum bara í hesari øldini. Úr sløkum 7 upp í sløk 11 túsund starvsfólk síðan ár 2000.

Meðan kutað varð av donsku ríkisveitingini, tí hon m.a. var ein bági fyri búskapin, er støðan hon, at landskassin – dagligi samfelagsraksturin – er vorðin nógv meiri heftur at einum nýggjum “blokki” – sum er ein sveipur av partafelagsskatti, kapitalvinningsskatti, forskatting av pensiónum, gjøldum á ali- & fiskivinnu svarandi til á leið 2,3 milliardir krónur í 2023 - í mun til á leið 200 milliónir krónur í 2010. Fæ, sum átti at verið lagt til síðis í einum institutionaliseraðum búskapargrunni – funderaður í Stýrisskipan Føroya – til at taka, tá áneyðir vóru á hesum. Løgtingsfíggjarlógin koyrir við halli í bestu tíðum og trýst er á ketlunum allar staðir. Húsaprísirnir vaksa, bústaðarneyðin líka og best kenna kommunurnar til trýstið á dagstovna- og skúlaøkinum og eisini í barnaverndunum.

Øll hava uppiborið eina hóskiliga løn fyri sítt dagliga stríð. Lat ongan iva vera um tað. Lønarsamráðingarnar, sum nú hava verið, fara at merkjast í rakstrinum hjá kommununum, og ivaleyst flyta tær seg eisini yvir á privata arbeiðsmarknaðin, sum við tíðini kann fáa avbjóðingar við kappingarførinum á innan- og uttanlendis marknaðum. Burturúr hesum kann eisini koma, at vinnuligir spírar kódna, og at vit fáa prísvøkstur og eitt hægri kostnaðarstøði hjá húsarhaldunum.

Støðan er ikki ring – í løtuni er hon góð - men kortini má tað gjøtlast til miðis við skynsemi, annars kann tað vera, at vit skapa okkum okkara egnu kreppu, og tað ber væl til, - somikið hava vit roynt áður. Kommunurnar eiga eisini at ansa sær í búskaparliga hitanum, tað merkir ikki at vit sleppa framskrúvuni, men heldur, at siglt verður alt eftir hvussu búskaparliga veðurlagið nú einaferð háttar sær.

Felag okkara er sett í verðina til tað at verja staðbundna fólkaræðið. Hetta krevur dyggar stavnabúgvar, og teir veit eg at kommunurnar eiga. Tað var mær ein sera stórur heiður at verða valdur formaður í felagnum fyri góðum ári síðan, og táið hetta er seinasti aðalfundurin í hesum valskeiðnum, fari eg hjartaliga at takka øllum, sum eg havi samvirkað við hesa tíðina. Hóast mangan strævið, hevur tað givið góðan íblástur í gerandisdegnum – vónandi til frama fyri Kommunufelagið líka.

Trýst er á fólkaræðisligu hugsanini um allan heim í dag, tað størri er okkara lutur at verja tað siviliseraða samfelagið við tríbýtta valdinum. Ella sum politiski giganturin Winston Churchill tók til: "Fólkaræði er burturúr hitt ússaligasta amboðið til tess at stjórna einum samfelag, altso, táið man sær burtur frá øllum øðrum politiskum amboðum sum eru til at taka.” Øll alternativini eru verri enn demokrati´ið, sum eisini vit í Kommunufelagnum hava skyldu til at verja, líkamikið hvussu víkir og vendir.

Í heyst - 12. november - verður bismarin hjá veljarunum enn einaferð hongdur upp undir bitar kring landið. Tá fæst at vita, hvør ið rakk um gáttina, og hvør ið snávaði á vágskálini. Ivaleyst vera mong av andlitunum nýggj við hetta høvið um eitt ár, tað er eisini ein partur av hinum afturvendandi katharsis, sum eisini er ein partur av neyðugu politisku endurnýggjanini í einum fólkaræði.

Takk øll somul fyri eitt happadrúgt valskeið higartil og enn einaferð ein serlig tøkk til tykkum í fyrisiting felagsins, sum hava verið okkum í formansskapinum, og okkum øllum, so væl til hjálpar síðan ársskiftið 2020/21.

Hjartaliga takk fyri møguleikan og góða eydnu og blíðan byr, táið flestu tykkara, kann eg ætla, fara at standa andlit til andlits við veljaran fram eftir heystinum seinri í ár.

Takk.

ES: Viðtøkubroytingarnar í uppskoti vóru samtyktar á aðalfundinum.

tórbjørn jacobsen, formaður í Kommunufelagnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo