Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-087/2022 frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni, um verju av fugli (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin, at fuglur, sum eigur her á landi, er nóg væl vardur ímóti órógvandi ferðslu?

2. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at seta í gildi avmarkingar fyri órógvandi ferðslu eitt nú í ella nærhendis fuglabjørgum, lundalondum, drunnhvítabølum og øðrum viðkvomum økjum, har fuglur eigur?

Svar:
Spurningarnir verða svaraðir í einum

Sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum eri eg glað fyri, at tað millum fólk verður vístur stórur áhugi fyri náttúruvernd í løtuni. At vit mugu hava eina tíðarhóskandi lóg fyri náttúruvernd, tykist tað ikki at vera ivi um.

Síðani vit seinast gjørdu eina lóg fyri, hvussu vit verja okkara náttúru, eru vinnur, sum virka í Føroyum, nógv mentar. Ferðavinna, alivinna og byggivinna gera inntriv, sum vit ikki kundu ímyndað okkum fyri 50 árum síðani, tá lógin varð gjørd.

Eitt nýligt dømi er tyrlan, sum spyrjarin varpar ljós á í fyrispurninginum.

Sum landsstýriskvinna í náttúrumálum er tað mín uppgáva at virka fyri, at fuglur, eins og restin av okkara djóra- og planturíki, verður vardur – og framvegis fer at eiga sítt pláss í Føroyum. Lið um lið við okkum menniskju og tað virksemi, vit hava.

Sigast skal, at landsstýriskvinnan í umhvørvismálum ikki varðar av loftferðslu, sum framvegis er danskt málsøki. Fyrilit fyri serliga viðbreknari náttúru kunnu verða vard sambært loftferðslulóggávuni, og sum skilst, verður arbeitt við at útvega nýggjar heimildir at áseta reglur fyri dronuflúgving. Uttanríkis- og vinnumálaráðið umsitur heimildirnar hjá landsstýrinum sambært loftferðslulógini.

Einastu reglur, sum náttúru- og umhvørvismyndugleikin higartil hevur ásett til at verja fugl fyri órógvandi ferðslu, eru ásettar í kunngerð nr. 144 frá 7. novembur 2017 um sigling kring ramsaroyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Kunngerðin, sum hevur heimild í havumhvørvisverndarlógini, ásetur avmarkingar fyri sigling og óneyðugum gangi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm í tíðarskeiðnum frá 15. apríl til og við 31. august.

Onkur áheitan er komin um at fáa nevndu kunngerð at galda fyri ávís onnur økir í landinum, og landsstýriskvinnan fer at umrøða nærri við Umhvørvisstovuna, um og hvussu kunngerðin eigur at verða dagførd.

Galdandi náttúrufriðingarlóg ásetur yvirskipað, at øll skulu fara fram við fyriliti og varsemi í náttúruni, men heimildirnar í lógini at friða m.a. økir og dýrasløg hava ikki verið brúktar til at verja fugl fyri órógvandi ferðslu. Seinasta galdandi lendisfriðing varð framd í 1988.

Uppskotið til náttúruverndarlóg, sum tingið viðger í løtuni, útvegar betri amboð at verja eitt nú fugl, m.a. fyri órógvandi ferðslu.

Uppskotið ásetur fyrst eina almenna fyrilitsskyldu, sum áleggur øllum at fara fram við fyriliti og gera tað, sum rímiligt er, til, at náttúrumargfeldið ikki verður fyri skaða. Sambært fyrilitsskylduni, sum serliga hevur týdning fyri virksemi, sum ikki er fevnt av reglum, skulu øll, sum ferðast í náttúruni á sjógvi og landi, hava fyrilit fyri villum fugli.

Við nýggju lógini fer at bera til at útnevna fuglasløg sum vard og í tí sambandi eisini at áseta reglur fyri avmarkaðari vernd av økjum, sum hava vistfrøðiligan týdning fyri sløgini.

Eisini fer at bera til at skipa verndarøkir, har ið talan kann gerast um at avmarka ferðslu, sum ikki eru í samsvari við tað ítøkiliga verndarendamálið.

Lítið er at ivast í, at fuglur, sum eigur her á landi, í summum førum átti at verið betur vardur fyri órógvandi ferðslu av ymsum slag, og hesum fari eg sum landsstýriskvinna at virka fyri.

Umhvørvismálaráðið, tann 11. mai 2023
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo