Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Hesin spurningurin er vorðin støðugt meira viðkomandi, nú tær málsligu fortreytirnar broytast so markant í hesum tíðum.

Hjá flestu børnum og ungum í dag er enskt teirra fyrsta fremmandamál. Eisini tá tey leita á netinum er tað á enskum. Danskt er farið heilt í bakgrundina.

Ja, summum dámar enntá betur at tosa enskt til dagligt enn føroyskt, og nú tosi eg ikki um tey, ið koma uttaneftir, men børn og ung í Føroyum, ið hava føroysk foreldur.

So okkara móðurmál er sanniliga eisini hótt.

Stundum hoyrist ein annar heldur margháttligur spurningur.

Hvat fremmandamál skulu vit heldur læra, danskt ella enskt.

Til tað er at siga, at sjálvandi skulu vit læra bæði málini væl og virðiliga. Og helst nakað av týskum eisini.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo