BirkBloggur: Diane Schüssele, handritahøvundur, og Dagmar Knöpfel, leikstjóri, sum síggjast omanfyri, eru úr Týsklandi, og hava sett sær fyri at gera film úr søguni um Verdandi úr Heiðunum, sum ikki spurdist aftur, tá hon var undir Íslandi í 1944.
Danska Valerie Saunders, sum er fødd í USA, og hevur arbeitt fyri Zentropa, er framleiðari.
Fokus er á kvinnurnar, sum eftir sótu.
Fyri fimm árum síðan vóru Diane og Dagmar fyrstu ferð í Føroyum. Tá møttu tær Óla Jacobsen, sum visti nøvnini á øllum, sum fórust við Verdandi. Hann visti eisini at siga teimum um ættirnar hjá teim, sum mistu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo