Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-036/2024 eftir § 52a í Tingskipanini frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um frítíðartilboð til børn við serligum tørvi.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru kommunal frítíðartilboð fevnd av dagstovnalógini?
2. Hevur landið (Almannaverkið) ella kommunan ábyrgdina av at veita børnum í 3. flokki, sum hava serligan tørv, frítíðartilboð eftir skúlatíð?
3. Hvussu skal eitt frítíðartilboð til børn í 3. flokki, sum hava serligan tørv, vera skipað í mun til hølisviðurskifti og námsfrøði?
4. Hvussu tryggjar landsstýrismaðurin sær, at børn og foreldur veruliga fáa ta tænastu, sum tey hava rætt til og tørv á?
Svar
Til 1: Sambært dagstovnalógini § 1 fevnir lógin um alt virksemi á dagstovnum og dagrøktum, sum í samráð við foreldraráðið virkar fyri uppaling og menning av børnum sambært fullgóðari námsfrøðiligari stevnu.
Sambært § 3, stk. 1 í dagstovnalógini kann kommunan geva børnum, sum búgva í kommununi, tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt og hevur ábyrgdina fyri virkseminum. Dagstovnur sambært dagstovnalógini eru vøggustovur, barnagarðar, frítíðarheim o.a. Hetta merkir, at virksemi, sum dagstovnalógin fevnir um, er ikki avmarkað til vøggustovu, barnagarð, frítíðarheim, men kann eisini fevna um annað virksemi á dagstovnaøkinum.
Til 2: Viðvíkjandi børnum við serligum tørvi er ásett í § 5 í dagstovnalógini, at børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi.
Sambært § 3 og sambært § 5, stk. 2, verður til børn við serligum tørvi veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð.
Sambært § 5, stk. 3 er ásett, at í ivamálum, um tilboð skal veitast sambært hesi lóg, skal málið ávísast víðari til Almannaverkið, ið tekur avgerð.
Sambært ásetingunum í dagstovnalógini er tað tískil greitt, at børn við serligum tørvi hava rætt til pláss á dagstovni á jøvnum føti við onnur børn í kommununi. Er ivi um eitt barn skal fáa bjóðað tilboð á kommunalum dagstovni ella stovni hjá Almannaverkinum, so er tað ein meting, sum Almannaverkið skal gera og endaliga taka avgerð um.
Til 3: Viðvíkjandi børnum við serligum tørvi er ásett í § 5 í dagstovnalógini, at børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi.
Sambært § 3 og sambært § 5, stk. 2, verður til børn við serligum tørvi veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð.
Til 4: Verandi dagstovnalóg, sum einans er tillagað í heilt lítlan mun síðani gildiskomuna fyri yvir 24 árum síðani, hevur lagt grundarlagið fyri føroyska dagstovnapolitikkinum og tryggjað karmarnar fyri trivnaðin og menningina hjá børnum í teirra fyrstu árum. Síðan lógin bleiv sett í gildi, hevur samfelagið verið fyri týðandi broytingum, sum hava havt við sær broytt krøv og væntanir til leiklutin og virksemi hjá dagstovnum. Eisini hevur tørvurin hjá børnum broytt seg gjøgnum árini. Vísandi til hetta verður mett neyðugt at dagføra lóggávuna, og er ein arbeiðsbólkur settur at gera tilmælir til, hvussu ein dagføring kann gerast.
Vinarliga
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo