Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Framtíðin hjá maritimu útbúgvingunum

Spurningar:
1. Hvussu hevur gongdin verið við talinum av útbúnum frá maritimu útbúgvingunum í Føroyum býtt á útbúgving og ár frá 2013 til í dag?

2. Hvørjar orsakir metir landsstýrismaðurin vera til hesa gongdina?

3. Metir landsstýrismaðurin hesa gongd vera nøktandi?

4. Hvussu sær landsstýrismaðurin fyri sær, at leikluturin hjá útbúgvingum við tilknýti til sjógvin í Føroyum skal vera í framtíðini?

Viðmerkingar:
Sum skilst hevur stór afturgongd verið í talinum av útbúnum frá maritimu skúlunum í Føroyum seinastu árini. Samstundis vita vit, at talið av skipum og sjófólki í Føroyum er fækkandi, meðan vit somuleiðis frætta, at talið av útlendingum umborð á føroyskum fiskiskipum bara veksur, og tí er sannlíkt, at talið av føroyingum við siglingstíð, sum vilja upp á skúla, eisini minkar.

Á fyrilestri til Atlantic Fair í Klaksvík spurdi Hans Jóhannes á Brúgv, fyrrverandi stjóri á Vinnuháskúlanum og stjóri í Sjóvinnustýrinum, um Føroyar vera ein sjóvinnutjóð um 20 ár, og at síggja til sær gongdin ikki serliga hugalig út - nærmast soleiðis, at grundarlag ikki verður fyri maritimum útbúgvingum her á landi, um mann ikki fer at hugsa øðrvísi og breiðari.

Tí hesir spurningar til landsstýrismannin.

Á Løgtingi, 6. juni 2024
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo