Fólkaheilsustýrið: Átakið Virkin januar kann vera við til at skapa eina góða byrjan uppá 2024. Virkin januar er ein álmanakki við 31 sálarliga heilsufremjandi uppskotum, ið kunnu styrkja sálarligu heilsuna hjá tær og teimum rundan um teg.
Fjórða árið á rað verður eggjað til at vera virkin í januar. Gransking vísir, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er við til at verja og styrkja sálarligu heilsuna. Fólk, sum eru virkin á ymsan hátt, hava eina betri sálarliga heilsu og kenslu av vælveru enn tey, ið ikki eru virkin, og tí hevur álmanakkin Virkin januar nógv ymisk uppskot til virksemi í januar.
Alskyns møguleikar eru fyri, hvussu álmanakkarnir kunnu brúkast og av hvørjum, og privatpersónar, arbeiðspláss, skúlar og ymiskir stovnar hava brúkt álmanakkarnar seinastu árini við stórari gleði. Álmanakkarnir eru gjørdir til børn, ung og vaksin, og endamálið er, at teir kunnu lagast til ymsar lívsumstøður og áhugamál hjá tí einstaka og tískil eisini brúkast í tann mun, ein megnar.
Uppskotini í álmanakkunum snúgva seg t.d. um at gera smáar góðar gerðir fyri onnur, fáast við tað, sum ger teg glaða/n og at leggja skíggjan burtur viðhvørt og vera meiri nærverandi.
Álmanakkarnir til børn, ung og vaksin taka støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, ið eru “ver virkin, ver saman og ver hugbundin”, og hesir boðskapir síggjast aftur í teimum 31 uppskotunum.
Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd á heimasíðuni hjá Fólkaheilsustýrinum her, og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook og Instagramsíðuni “ABC fyri sálarliga heilsu”. Til ber eisini at fáa uppsløg til kunningarskíggjar við at venda sær til Fólkaheilsustýrið.
Gott nýggjár og góðan virknan januar!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo