Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Aldrandi borgarar í Tórshavnar kommunu venja í Fimi í Gundadali tvær ferðir um vikuna. Venjingartilboðið í Fimi verður boðið teimum, sum búgva heima og sjálv megna at koma til og frá Fimi.

Í løtuni er tilboðið i summarfrí, men lagt verður til brots aftur 5. september 2017.

Ergoterapeutar í Heilsu- og umsorganartænastuni skipa fyri tilboðnum. Tær hava eina breiða vitan um heilsustimbran og fyribyrging, tá ið hugsað verður um at fyribyrgja lívsstílssjúkum og at venja aðrar varandi sjúkur.

Venjingarnar verða settar saman av rørslum, sum eru við til at lætta um gerandisdagin, umframt at stórur dentur verður lagdur á trivnað, samanhald og at varðveita og røkja sosialu førleikarnar, sum eru við til at fyribyrgja einsemi o.a.

Í venjingunum verður miðað eftir at skapa góðar upplivingar og vælveru. Likamið verður vant og sansirnir stimbraðir við venjingum og spæli.

Um skeiðið
Vant verður fyrrapartar týsdag og hósdag. Tvey lið hittast ávikavist klokkan 9.30 og 11.15.

Eitt venjingarskeið er á leið 12 vikur og kostar 600 krónur fyri alt skeiðið. Goldið verður, tá ið skeiðið endar.

Ert tú áhugað/ur í hesum skeiði, ber til at melda til við at senda ein teldupost til ergo@torshavn.fo ella at ringja til Heilsu- og umsorganartænastuna telefon 302000.

Vilt tú hava meira at vita, ert tú vælkomin at ringja sama nummar millum kl. 8.00 og 15.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo