Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Fyrrapartin var Kim Engstrøm, venjari hjá besta mansliðinum hjá HB, á vitjan hjá borgarstjóranum í Havn.

Borgarstjórin nýtti høvið til at greiða frá tilgongdini við at skipa og byggja út stadionøkið í Gundadali og aðrastaðni í kommununi.

HB venjarin er sum heild vælnøgdur við viðurskiftini kring fótbóltin í Gundadali og heldur, at tað er sera sjarmerandi at uppliva, at kappingarneytarnir HB og B36 venja undir liðini á hvørjum øðrum.

Kim Engstrøm er ovfarin av stóra gestablíðskapinum, sum hann verður møttur við kring alt landið, og ikki minst innanhýsis í felagnum. Har eru nógvar góðar kreftir í HB, sum leggja tímar og sína sál í felagið. Hetta skapar ein sterkan og neyðugan felagsskap.

Heðin Mortensen boðaði frá, at kommunan arbeiðir við at fáa til vega ljós á Ovaravølli og á Argjum soleiðis, at liðini í Havn fáa nøktandi ljósviðurskifti at venja og leika undir, tá veturin kemur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo