Liðskiparin á landsliðnum síðstu dystirnar, Viljormur Davidsen, hevur gjørt sáttmála við HB.
Viljormur hevur síðsta árið spælt í bestu svensku deildini við Helsingborgs IF og annars nógv fyri Vejle, millum annað í bestu donsku deildini.
- Vit skulu vinna so nógvar dystir sum gjørligt og fara eftir at vinna FM og vera tað besta liðið í landinum. Eg vil fegin koma heim at vinna okkurt og spæla væl, so eg kann halda fram á landsliðnum, sigur Viljormur Davidsen við KVF.
31-ára gamli Viljormur Davidsen hevur gjørt sáttmála við HB fyri komandi trý árini.
Viljormur hevur spælt í útlandinum síðani 2012, og í tíðarskeiðnum 2013-22 var hann í Vejle. Hann stendur skrásettur fyri tríggjar dystir í fremstu deildini í Føroyum. Teir vóru allir fyri NSÍ í 2012.
Frammanundan hesum flutti hann sum tannáringur til Odense, har hann spældi ungdómsfótbólt við OB, áðrenn hann í 2010 varð leigaður út til FC Fyn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo