Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Okkum manglar ein flokk, sum torir at standa ímóti rákinum í sambandi við tey sokallaðu “etisku málini”. Ein flokk, sum brúkar heilsufaklig, samfelagslig og búskaparlig argument at lýsa avleiðingarnar av so víðfevndum viðurskiftum. Religiøsu argumentini, sum higartil hava staðið einsamøll, hava í ógvuliga stóran mun skapt stóran ruðuleika.

Hóast ein skattareformur hevur rættiliga stóran etiskan týdning, so hava vit vant okkum við, at hugsa um mál sum fría fosturtøku og mál um samkynt parlag, tá vit tosa um “etisk mál”. Og tað eru júst hesi mál eg fari at sipa til í hesum lesarabrævi.

Nú stendur val fyri durum og føroya fólk skal enn einaferð velja sær stjórn. Vit siga, at vit hava eitt demokrati og hetta verður framt við at geva øllum borgarum yvir 18 ár eina atkvøðu í part.

Tey, ið bjóða seg fram at stjórna landinum hava sjálvsagt ymiskar áskoðanir um hvør er besti hátturin at føra politikk. Summi ynskja at landið skal eiga so nógv, sum gjørligt, meðan onnur ynskja, at landið skal eiga so lítið sum gjørligt.

Fyri at tryggja, at veljarin skal vita hvat slag av politikki, hann velur, so hava vit skipað okkum í politiskar flokkar. Síðani hava vit eina valskipan, sum virkar soleiðis, at tað eru floksatkvøðurnar, sum telja, framum tær persónligu atkvøðurnar. Hetta ber til dømis við sær, at hóast ein fólkaflokksmaður hevur fingið færri atkvøður enn ein javnaðarmaður, so kann tað verða fólkaflokksmaðurin, ið sleppur innum tinggáttina, tí at fólkaflokkurin tilsamans fekk fleiri atkvøður enn javnaðarflokkurin. Tað er samlaða talið av atkvøðunum í einum flokki, sum er avgerandi fyri, hvussu nógv tingfólk skulu umboða flokkin á tingi.

Hetta er ein góð og vælvirkandi valskipan, ja helst hin besta í heiminum. Men feilfrí fæst nøkur valskipan neyvan at verða.

Reytt ella blátt, loysing ella samband
Sum oftast verða flokkarnar lýstir eftir eini vatnrættari linju, har vit siga, at teir borgarligu flokkarnir hella til høgru og har teir sosialistisku flokkarnir hella til vinstru. Í føroyskum politikki hava vit so havt tað sermerkta aftrat, at vit hava eina eyka linju, sum snýr seg um spurningin loysing ella samband. Hetta verður í undirvísingarhøpi tekna upp, sum ein krossskipan, har til dømis Tjóðveldið, sum er ein sosialistiskur flokkur, ið er fyri loysing, verður settur til vinstru og uppeftir móti loysing, meðan til dømis Sambandsflokkurin, sum er ein borgarligur flokkur, ið ynskir at varðveita ríkisfelagskapin, verður settur til høgru og niðureftir móti sambandi. Fólkaflokurin er eisini settur til høgru, men uppeftir móti loysing. Miðflokkurin verður settur nokkso mitt fyri á krossskipanini, av tí at hann er nokkso lunkaður í mun til borgarligan og sosialan politik og fer eisini í samgongu, við hesum báðum. Eisini sýnist hann heldur lunkaður í spurninginum um loysing/samband. Tað verður tí trupult hjá fólki, sum hava eina sterka borgarliga ella sosialistiska sannføring at velja Miðflokkin. Tey vita jú ikki, um teirra krossur brádliga stuðlar eini samgongu við mótsøttu sannføring, sum tey hava.

Sjálvstýri er eisini mitt á x-aksanum, men verður sett eitt sindur uppeftir ímóti loysing. Meðan veljarin kann vera vísur í, at Sjálvstýrið ynskir at arbeiða fyri loysing, so er annars sama galdandi her, at veljarin ikki ordiliga veit, um hann velur eina sosialistiska ella borgarliga stjórn.

Hóast man kann kjakast um, hvussu rættvís uppteljingin er, tá hugsað verður um valøkir, so mugu vit ásanna, at hetta er ein vælvirkandi valskipan, og at fólk flest vita, hvussu teirra krossur ávirkar tað endaliga valúrslitið.

Órógv
Men tó, so er okkurt, tey seinastu árini, farið at gruggað vatnið í hesum idylliska og spennandi dunnuhylinum Tað eru nøkur ávís politisk mál, sum eru farin at fylla meiri og meiri, sum ikki hava við vinstra-høgra ella loysing-samband-spurningin at gera. Hesi politisku málini verða rópt “etisk mál”, og eru komin í kjalarvørrinum av einum globalum ráki, sum eingin tykist at dugað nóg væl at argumentera fyri, hvørki tey, sum eru fyri ella tey, sum eru ímóti. Hesi mál snúgva seg um parlag millum samkynd og harav fylgjandi sosialrættindum og eisini um fosturtøku.

Felags fyri hesi mál er, at tey verða ikki kannað og lýst í einum heilsufakligum, samfelagsligum og búskaparligum vinkli, eins væl og flest onnur politisk mál verða tað. Tað er í øllum førum mín fatan. Hinivegin, so hava tey í stóran mun verið lýst úr einum religiøsum vinkli, og hetta hevur í stóran mun polariserað føroyska fólkið í tveir sera spentar polar, sum hevur elvt til nógvan politiskan ruðuleika, har fleiri politikarir hava mist høvdið og samgongur eru slitnaðar orsakað av hesum.  

Hví er tað so?
Mín meting er, at hetta kemur nettup av, at bæði tey, ið eru fyri og tey, ið eru ímóti,  devaluerað hesi mál til at snúgva seg antin um relitión ella sjálvsavgerðarrætt. Soleiðis hava báðir partar í stóran mun ignorerað, hvussu ovurhondsstóran týdning hesi mál hava, bæði persónliga/heilsufakliga, samfelagsliga og búskaparliga.

Í løtuni hava vit tríggja flokkar, sum nokk so greitt hava meldað út, at teir generelt eru fyri teimum broytingaruppskotunum í teimum etisku málunum, sum hava verið fyri á tingi tey seinastu árini. Her hugsi er serliga um Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Og vit kunnu rokna við, at hesir flokkar fara at blíva við at toga tann vegin.

Ímeðan Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hella til vinstru, so hellur Framsókn til høgru. Framsókn og Tjóðveldi ynskja loysing, meðan Javnaðarflokkurin hellir sambandsvegin. Tískil kann veljarin, sum til dømis ynskir fría fosturtøku, og at lóggávan skal broytast meiri til frama fyri víðkaðum sosialrættindum hjá samkyndum, velja hetta, uttan at fara uppá komprimi við sína politiska hugsjón annars.

Men í hinum endanum er fátækt við alterntivum. Miðflokkurin er einasti flokkur, ið greitt meldar út, at hann ikki er fyri fríari fosturtøku, og er heldur ikki fyri, at lóggávan um sosialrættindi til samkynd ótálmað skal broytast. Argumentini eru í høvuðsheitum religiøs. Hóast onkur valevni hjá Miðflokkinum eisini royna at brúka evidensbacerað argument, so drukna hesi burtur í ógvusligum miðlafokusi á tey religiøsu argumentini, sum hava tað við at øsa fólkið upp og elva til bæði persónligar og politiskar hóttanir av ymiskum slag.

Hóast tað eru rættiliga mong fólk í Føroyum, sum als ikki eru fyri fríari fosturtøku ella fyri samkyndum parlagi, so tykjast tey so stygd av religiøsu argumentunum hjá Miðflokkinum, at tey velja hann ikki, hóast hesin flokkur er einasti flokkur, ið arbeiðir ímóti gongdini. Og tað er ikki skeivt at siga, at hann hevur megnað tað væl í mun til støddina á flokkinum. Til dømis bleiv tað skrivað í samgonguskjalið í samgonguni, sum júst er slitnað, at samgongan ikki skuldi atkvøða fyri slíkum málum. Sum vit øll vita, so hildu Sambandið og Fólkaflokkurin ikki hesi lyfti.

Kortini, so tykist tað meiri umráðandi fyri veljaran, sum er ímóti fríari fosturtøku og ímóti samkyndum parlagi, ikki at velja Miðflokkin, heldur enn at steðga gongdini við teimum etisku málunum. Tó, so hevur Miðflokkurin framgongd, sambært veljarakanningunum, men tó als ikki eina nóg stóra framgongd, til at kunna standa seg í togtoganini við teir tríggjar flokkarnar, C, E og F, sum mannsterkir hála hinvegin.

Tí hyggja vit at Fólkaflokkinumm, Sjálvstýrisflokkinum og Sambandsflokkinum, so hava hesir tríggir flokkarnir meldað út, at tað stendur tingfólkunum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring í hesum sokallaðu “etisku málunum”. Í praksis merkir hetta, at tá tað kemur til atkvøðugreiðslu í slíkum málum á tingi, so fyrihalda hesir flokkar seg neutralt.

Hetta hevur serliga skatt Fólkaflokkin. Mín giting er, at bæði veljarin og fleiri tingfólk hjá Fólkaflokkinum hava sett sítt álit á, at Fólkaflokkurin eisini stendur ímóti rákinum við teimum etisku málunum, kanska tí at tey hava hildið seg havt ein lítlan meiriluta ímóti hesum ráki. Men tað gongur jú sjón fyri søgn, at tað hevur Fólkaflokkurin ikki megnað, og tað kemur sjálvsagt av, at í Fólkaflokkinum stendur tað tingfólkunum frítt at atkvøða í tílíkum málum. Hetta hevur ført til, at okkurt mál er blivið samtykt, sum Fólkaflokkurin ikki roknaði við. Tað hevur so aftur ført til so stórar ósemjur innanhýsis í flokkinum, at flokkurin nú stendur til eitt stórt tap og ein dyggan frammaná.

Tað er mær tí ilt at skilja, hví Fólkaflokkurin ikki tekur eina greiða støðu, so hann sleppur undan slíkum ruðuleikum, tí hesi mál koma so sanniliga at fylla nógv í lógarsmíðinum tær komandi valseturnar. Eg meini so við, ein borgarliga og loysingarsinnaður politikkari kann jú stilla upp fyri Framsókn, um tað er so umráðandi at atkvøða fyri í hesum málum.

Sjálvstýrisflokkurin og Sambandflokkurin eru júst líka neutralir, sum Fólkaflokkurin, tá tað kemur til tey etisku málini, og har stendur teirra tingfólkum eisini frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.

Einki at velja ímillum
Eftir stendur, at veljarin, sum er ímóti fríari fosturtøku og ímóti samkyndum parlagi onki annað alternativ hevur at velja, enn Miðflokkin, um hann vil seta krossin til at umboða júst hesa sannføring.

Lat meg koma við einum dømi, um hví so er;

Dømi: Vit siga, at Jógvan á Lakjuni er ímóti fríari fosturtøku og stillar upp fyri Fólkaflokkin. Veljarin vil gjarna hava ein høgravendan politikk  og ynskir samstundis ikki, at vit skulu fáa fría fosturtøku. Hetta elvir til, at Jógvan á Lakjuni fær rættiliga nógvar atkvøður, tí fólk hava rikið fyri Jógvan við júst tí endamáli at fáa ein mann inn á tingi, sum er ímóti fríari fosturtøku. Men nógvu atkvøðurnar til Jógvan á Lakjuni – og harvið til Fólkaflokkin – gera, at hann dregur tvey fólkaflokksumboð innum tinggáttina aftrat sær, sum av tilvild eru fyri fríari fosturtøku. Tá so málið um fría fosturtøku kemur fyri á tingi og tey trý fólkaflokkstingfólkini skulu atkvøða eftir engnari sannføring, ja so hevur veljarin, sum ikki ynskti fría fosturtøku sett krossin soleiðis, at tað endaði 2-1 – altso við einum meiriluta fyri fríari fosturtøku.

Tí er tað, at eg sigi, at Miðflokkurin er einasta veruliga alternativið, um veljarin vil tryggja, at krossurin skal virka ímóti verandi gongdini í teimum etisku málunum. Men tað kann merkja, at veljarin má uppá komprimi við øðrum politiskum sannføringum, og kanska eisini bíta nøkur viðhvørt pínilig religiøs argument í seg.

Reelt verður sostatt bara togað annan vegin. Togtoganin stendur, sum nevt, ímillum Miðflokkin í øðrum endanum og Tjóðveldi, Framsólk og Javnaðarflokkin í hinum endanum. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýri halda seg neutralt við at toga í báðar endar.

Hetta er grundin til, at gongdin í løtuni fer, og bara kann fara ein veg, óansæð hvat veljarin velur.

Sum veljari sakni eg bæði ein borgarligan og ein sosialistiskan flokk, sum greitt eru ímóti gongdini í teimum etisku málunum. Tí ikki fyrr enn tá fái eg sum veljari reelt nakað at velja ímillum. Tað er líka umráðandi fyri veljaran, at hann sleppur at vera fyri ella ímóti gongdini í etiskum málum, sum at hann sleppur at vera fyri ella ímóti borgarligum, sosialistiskum og tjóðskaparligum politikki.

Sylvia Thomsen
Sjúkrarøktarfrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo