KVF: Var val nú, høvdu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin verið størstu flokkar á tingi, og samgonguflokkarnir høvdu mist tilsamans fimm tingsessir.
Tað vísir veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu fingið níggju tingsessir í part, og kundu sostatt skipa meirilutasamgongu einsamallir.
Sambandsflokkurin hevði fingið tveir sessir aftrat og Fólkaflokkurin tríggjar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo