Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin hevði havt nógv størstu framgongdina um val var í dag. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið hjá Portalinum. Framgongdin hevði verið heili 10 prosentstig í mun til seinasta val, ella 2,3 prosentstig í mun til seinastu kanning sum varð gjørd í mai.

Sambandsflokkurin gongur eitt vet aftur í mun til seinastu veljarakanning, men tó 2,2 prosentstig fram í mun til valið. Saman høvdu teir báðir borgarligu flokkarnir havt meiriluta í Løgtinginum, um val var í dag.

Sambært kanningini høvdu teir báðir stóru flokkarnir í samgongu mist undirtøku, ímeðan Framsókn og Miðflokkurin høvdu gingið nakað fram. 

Les alla kanningina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo