Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hetta valið er eisini eitt val um Havnina. Veljarin eigur at leggja sær í geyma, hvussu stóran týdning tað hevur, at okkara høvuðsstaður hevur tað gott. Tí tað er ein ófrávíkilig sannroynd, at tá Havnin hevur tað gott, so hevur alt landið tað gott.

Tórshavnar kommuna hevur ferð eftir ferð gjørt vart við, at vit leingi hava livað við landstýrum, sum lítið hava gjørt til bata fyri høvuðstaðin, og skiftandi løgtingsmanningum, sum hava spjatt meiningsleysar íløgur kring landið fyri politiskan løtuvinning, og lagt fótonglar fyri menning í høvuðsstaðnum.

At almenni geirin tryggjar livikorini í Havn er reint møsn og als ikki í samsvar við veruleikan. Í mun til fólkatalið er lítil munur á inntøkum frá fólki í almennum størvum í Havn og aðrastaðni. Almenna umsitingin er í Havn, tí tað er nátúrligt. Flest fólk búgva her, hava tørv á tænastuni her, harnæst býr kompetansan her.

Her búgva nú 42,5% av fólkatalinum. Vit byggja út sum aldri áður. Vit hava tørv á arbeiðsplássum og inntøkum at reka okkara alra høvuðsstað. Tað er tíverri langtsíðan, Havnin hevði dyggan stuðul á tingi.

Men nú verður tað. Hav ein sterkan høvuðsstað í huga, tá krossurin verður settur hósdagin. Ein sterk Havn merkir einar sterkar Føroyar.

Heðin Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo