VEKS: VEKS gongur nú nýggjar leiðir saman við Bústøðum í royndini at skipa millumloysnina millum heim og røktarheim.
VEKS hevur valt at kalla tilboðið ellisbústaðir, og eru teir hugsaðir sum ein møguleiki fyri pør, tá húsini eru vorðin ov krevjandi at búgva í, men førleikin framhaldandi er á einum støði, har tú megnar at búgva sjálvstøðugt við eitt sindur av vitjan og hjálp.
- VEKS arbeiðir framhaldandi við at menna virksemið sambært nýggju virkisætlanini, hvørs høvuðsendamál er at borgararnir í samstarvinum, varðveita førleikan at búgva í egnum heimi alt lívið. Í so máta passa nýggju ellisíbúðirnar væl inn í ætlanina, tí tær geva eldri fólki møguleikan at búgva heima, men í umhvørvi sum er betri tillagað førleika og aldri, sigur Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS..
Í fyrsta umfari er talan um at visitera pør til tvær íbúðir í nýggja íbúðarbýlinginum Heinagerði í Streymnesi, og har fara eldru borgararnir eisini at búgva saman við familjum í øðrum aldursbólkum, sum ætlandi skal eggja til samveru, og fyribyrgja einsemi.
Fyrireikingar verða í løtuni gjørdar til líknandi ellisíbúðir í Kvívík.
- Vit eru sera spent uppá hendan møguleikan hjá okkara borgarum, sum víðkar um eldratænastuna í VEKS-samstarvinum, og vóna at tilboðið tað verður væl móttikið millum borgararnar í VEKS, sigur Páll á Reynatúgvu, stjóri í VEKS.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo