Freistin at velja til Eldraráðið í VEKS var úti leygardagin 7/12 og uppteljingin er farin fram á skrivstovuni hjá VEKS í dag.
Veljast skulu 6 limir og 4 varalimir. Tveir limir, og ein varalimur, fyri Vestmanna og Sunda kommunur. Ein limur, og ein varalimur fyri Kvívíkar og Eiðis kommunur.
Í Vestmanna kommunu kom ein listi inn við trimum tilskilaðum valevnum. Gunn Joensen, Jákup Andreasen, og Páll Hellu, varalimur.
Í Kvívíkar kommunu kom ein listi inn við tveimum tilskilaðum valevnum. Brynhild Joensen, og Zacharias Guttesen, varalimur.
Í Eiðis kommunu kom ein listi inn við tveimum tilskilaðum valevnum. Annvør Jacobsen, og Hildibjarta Jacobsen, varalimur.
Í hesum trimum kommunum var sostatt einki val.
Í Sunda kommunu var val millum 8 uppstilaði valevni, og tey 438 sum høvdu valrætt til Eldraráðsvalið, atkvøddu við brævatkvøðu. 179 greiddu atkvøðu, sum svarar til 40,87% av teimum sum høvdu valrætt.
Úrslitið av valinum í Sunda kommunu:
-
Jens Jensen, Tjørnuvík, 33 atkvøður
-
Ingvard Fjallstein, Norðskáli, 30 atkvøður
-
Marjun av Steinum, Hvalvík, 23 atkvøður
-
Vibeke Ingvarsson, Norðskáli, 23 atkvøður
-
Gunnar Joensen, Hósvík, 22 atkvøður
-
Joan Hammer, Haldórsvík, 19 atkvøður
-
Dagny Hansen, Hósvík, 18 atkvøður
-
Sofus D. Johannesen, Gjógv, 11 atkvøður
Tað vil siga at Jens Jensen, Tjørnuvík, og Ingvard Fjallstein, Norðskáli, eru valdir limir í Eldraráðið hjá VEKS. Marjun av Steinum, Hvalvík, er vald sum eykalimur, eftir lutakast við Vibeke Ingvarsson, Norðskáli.
Nývalda Eldraráðið í VEKS skipar seg sjálvt, og fer til verka eftir nýggjár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo