Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kanska hevur tú onkuntíð koyrt aftan fyri bil við sløktum bakljósi og undrast, tí tað hevur verið skýmligt.

Tað kann skapa vandamiklar støður, um bakljós ikki eru tendrað í til dømis skýming, regni og mjørka, og bilar aftanfyri ikki síggja teg. Í hesum døgum eggjar Ráðið fyri Ferðslutrygd tí fólki til at kanna, hvussu bakljós teirra virka og at tendra tey.

Ein partur av orsøkini er, at ES inntil í 1. juli 2016 bert setti krav um at framlyktir tendraðu sjálvvirkandi, tá tú tendrar bilin. Hetta var galdandi fyri bilar framleiddir frá 2011. Ein av grundgevingunum fyri hesum var, at minkaða nýtslan av bakljósi skuldi hava jaligt árin á umhvørvið við minni nýtslu av brennievni og harvið minni CO2-útláti.

Nakrir bilar eru soleiðis innrættaðir, at bakljósini tendra sjálvvirkandi, tá tað tørvar. Í øðrum verður bilførarin mintur á at tendra ljósið, til dømis við at tað ikki er ljós í tólborðinum. Trupuleikin við summum av bilunum er, at bakljósini ikki tendra sjálvvirkandi, fyrr enn tað er rættuliga myrkt. Trupulleikin sæst serliga í skýming, toku, kavaroki ella lutvís upplýstum tunlum, við tað at her tenda bakljósini ofta ikki.

- Tað er eyðvitað skjótt at gloyma, tá vit í mong ár hava verið von við at ljósini tendra sjálvvirkandi. Harumframt er tað ikki ólógligt at koyra við sløktum bakljósum, tá tað er ljóst. Trupululleikin kann so koma, tá tað til dømis skýmir, fer at regna ella tú koyrir inn í ein tunnil. Tá er ikki altíð, at bakljósini tendra í bilum framleiddir millum 2011 og 1. juli 2016, sigur Brynhild Høgnadóttir úr Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Frá 1. juli 2016 kom ES-regla í gilidi, sum álegði bilframleiðarum, at bæði framjós og bakljós á øllum nýggjum bilum skuldi tendra sjálvvirkandi. Reglan skal fyribyrgja vanlukkur orsakaðar av manglandi ljósi. Men enn koyra nógvir bilar á vegunum, sum eru framleiddir áðrenn.

Góð ráð

Hevur tú bil, har bakljósini ikki altíð tendra sjálvvirkandi:

• Kanna, um til ber at innstilla bilin, so bakljósini altíð tendra, tá tú tendrar bilin

• Ella ven teg við altíð at tendra bakljósini, tá tú tendrar bilin.

• Sært tú ein bil uttan ljós aftan: Blinka eina ferð vil langljósunum fyri at minna bilføraran á at tendra bakljósini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo