Sjúrður Skaale hevði fyrr í vikuni eitt áhugavert lesarabræv um atkvøðugreiðsluna hjá Anniku Olsen um sammøðramálið. Yvirskriftin og niðurstøðan var: “Annika Olsen hevur ikki demokratiskt mandat til sín atburð”.
Eg eri ósamdur við niðurstøðu Sjúrðs og premissurnar fyri hansara niðurstøðu, men tó komu nakrir áhugaverdir tankar fram í lesarabrævinum, nevniliga hvussu nógvar fólksligar atkvøður liggja aftanfyri løgtingsatkvøðurnar.
Tí tað er rætt, at hóast hvør løgtingsatkvøða telur líka nógv, so eru løgtingsatkvøður hjá atkvøðuslúkum sum Jacob Vestergaard meiri fólksliga umboðandi enn løgtingsatkvøður hjá eykalimum sum Anniku Olsen.
Hvussu væl umboða samgonguflokkarnir fólkið á tingi?
Hetta fekk meg at hugsa um vansan við, at nakrir av størstu atkvøðuslúkunum verða tiknir úr Løgtinginum og settir í Landsstýrið, har teir ikki kunnu atkvøða. Teir fáa sjálvandi nógv meiri vald í aðrar mátar, men trupulleikin er, at nógvar av fólksligu atkvøðunum til Løgtingið als ikki verða umboðaðar í Løgtinginum.
Trupulleikin ger seg sjálvandi longu galdandi við teimum nógvu atkvøðunum, ið fara til valevni, ið ikki sleppa upp um tinggátt. Tær fella til flokkin og harvið til nøkur onnur valevni enn júst hesir veljarar valdu.
Trupulleikin verður tó størri hjá samgonguflokkunum, ið harumframt “mugu” senda størstu atkvøðuslúkarnar í Landsstýrið. Í løtuni eru 23,7 % av fólksligu atkvøðunum til Fólkaflokkin umboðaðar í Landsstýrinum, meðan 50,5 % av fólksligu atkvøðunum eru umboðaðar á Løgtingi. Hóast alt ein spinkul meiriluti av samlaðu fólkafloksveljarunum.
Hjá Sambandsflokkinum eru 32,9 % av atkvøðunum umboðaðar í Landsstýrinum. Saman við trupulleikanum, at 35,0 % av atkvøðunum fóru til valevni, ið ikki komu á ting, merkir hetta, at einans 32,2 % av fólksligu atkvøðunum hjá Sambandsflokkinum verða umboðaðar á Løgtingi. Hetta er minni enn ein triðingur. Enn verri er, at eitt sindur fleiri av fólksligu atkvøðunum eru umboðaðar í Landsstýrinum enn á Løgtingi!
Líknandi trupulleiki er hjá Miðflokkinum, men her eru tó fleiri fólksligar atkvøður umboðaðar í Løgtinginum enn í Landsstýrinum.
Øll tølini kunnu lesast í viðheftu talvunum. Øll tøl eru við gildi 14. desember 2021
Møgulig orsøk til ringu støðu Sambandsfloksins
Við tølunum omanfyri peiki eg á ein møguligan fólkaræðisligan trupulleika í føroysku politisku skipanini – og serliga hjá Sambandsflokkinum.
Talan er sostatt í fyrstu syftu um ein generellan skipanarligan trupulleika, men í aðru syftu um ein floksspesifikkan trupulleika.
Meðan Fólkaflokkurin megnar at umboða gott helvtina av sínum veljarum í Løgtinginum, megnar Sambandsflokkurin ikki so frægt sum at umboða ein triðing av sínum veljarum í Løgtinginum.
Eg ætli ikki at koma við nakrari ógvusligari niðurstøðu her, men bert peika á, at hetta er ein trupulleiki í mun til skipanina við umboðandi fólkaræði. Harumframt er ikki óhugsandi, at hetta “veika mandatið” hjá tingmanning sambandsfloksins kann vera ein grundleggjandi orsøk til vánaligu undirtøkuna hjá Sambandsflokkinum í veljarakanningum.
Vinarliga, Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
Keldur til eftirkanning av tølum
Atkvøðugreiðsla í Løgtinginum 14/12-’21: www.logting.fo/mal/atkvodugreidsla/
Valúrslit 31/08-’19: kvf.fo/val
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo