Lagt er upp til ein drúgvan tingfund í dag, har 12 mál eru á skránni. Nógvar atkvøðugreiðslur eru eisini.
Millum málini sum koma fyri er ríkislógvartilmæli um tiltøk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi, afturbering fyri filmsframleiðslu, lóg um náttúruvernd og málið um at broyta starvsheitini hjá løgtings- og landsstýrisfólki.
Eisini koma ætlanirnar hjá landsstýrinum um at broyta veiðigjøldini á fiskivinnuna og tøkugjøldini á alivinnuna fyri í tinginum í dag.
Tingfundurin byrjar klokkan 10.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo