Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrr í vikuni hevði KvF sending um hvat virði er á fiskiveiðuavtaluni Føroyar hava við Russland.

KvF skuldsetti virkandi fiskimálaráharra fyri at hava sagt ósatt.

Síðani kom umboð fyri Fróskaparsetur Føroya og segði at um vit trekkja tað frá sum russar veiða her hjá okkum, ja, so er avtalan null verd fyri føroysku bruttotjóðarúrtøkuna (BTÙ).

Tað er møguligt at fiskimálaráharrin av óvart hevur fingið annan fótin fastan í einum búskaparligum fløkistampi, men essensurin av tí sum hann sigur er sannur:

Nevnliga, at veiðan hjá Føroyum í russiska partinum av Barentshavinum hevur sera stóran týdning fyri føroyska búskapin.

Fyri uml. 4-5 árum síðani var kanning gjørd í Noreg, yvir búskaparliga týdningin av norsku fiskivinnuni fyri samfelagið.

Rapportin er long, men niðurstøðan var, at fyri hvørt arbeiðspláss í fiskivinnuni á sjónum vera meira enn 2 arbeiðspláss skapt á landi.

Hetta er á fiskavirkjum, tænastufyritøkum, flutningsfyritøkum osfr.

Norska og føroyska fiskivinnan eru sera líkar.

Vit veiða tey somu fiskasløgini við sama slag av skipum og vit framleiða tær somu vørurnar til teir somu marknaðirnar.

So øll orsøk er til at halda, at sama ger seg galdandi í Føroyum, nevnliga, at fyri hvørt arbeiðspláss á sjónum vera 2 skapt á landi.

Ikki so lítið!

Hesi 2 eyka arbeiðsplássini pr. arbeiðspláss á sjónum eru neyvan við í roknistykkinum hjá setrinum. 

KvF vinklar søguna soleiðis, at ein fær ta fatan, at tað sum okkara røsku sjófólk veiða í russiska partinum av Barentshavinum, ja, tað er onki vert.

Har er onki mótspæl í Degi&Viku til handa pástandin, sum sleppur at hanga í leysum lofti.

Enn eru meira enn 90% av okkara útflutningsinntøkum fiskavørur og laksur.

Av hesum eigur fiskurin í Barentshavinum sín stóra part.

At siga at hetta ongan týdning hevur passar kanska í einum excel arki, men hevur onki við veruleikan at gera.

Tað sigur seg sjálvt.

Føroyingar hava fiskað í Barentshavinum í uml. 90 ár.

Túsundavís av tonsum eru sigld heim í góðum sum í ringum tíðum.

Eitt fantastiskt íkast til føroyska samfelagið og ikki minst til fiskimannafamiljurnar.

Bjarti Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo