Í apríl 2009 samtykti løgtingið at gera nýggjan veg omanfyri bygdina Skálafjørð.
Talan var um seinasta strekki í eini longri ætlan um at dagføra vegateinin millum Skálafjørð og Strendur.
Tá arbeiðið varð boðið út, vísti tað seg, at tilboðini vóru munandi dýrari enn upprunaliga kostnaðarmetingin vísti.
Tí bleiv vegurin ikki gjørdur.
Síðani tá er undirsjóvartunnil gjørdur millum Skálafjørðin og Hvítanes og ferðslan er nógv vaksin.
Vegastrekkið frá tunnilsmunnanum á Strondum er gott, líka til komið verður inn móti bygdini í Skálafirði.
Har er vegastrekkið rættiliga ótíðarhóskandi.
Vegurin er somikið smalur, at tveir stórir bilar kunnu ikki møtast, har er eingin vegøksl, og vegurin liggur í bygdum øki.
Í 2014 setti eg ein fyrispurning í løgtinginum um hetta vegastrekkið, og tá fekk eg upplýst, at landið hevði keypt umleið helvtina av jørðini, sum skal brúkast til at gera nýggja vegin.
Tað verður neyðugt at finna eina loysn á hesum málinum, og tí fari eg á tingfundinum næsta mikudag at seta Dennisi Holm, landsstýrismanni, ein munnligan fyrispurning um, hvussu ætlanin er at loysa ferðsluavbjóðingina í Skálafirði.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo