Útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðurin broytist støðugt og tykist mangan sera fløktur. Tí er sera umráðandi at lívlong vegleiðing er fyri øll í Føroyum.
Endamálið við lívlangari vegleiðing er, at vegleiða fólki í øllum aldri at menna seg. Hettar verður seg útbúgvingarliga og starvsliga út frá tí støðu, hvør einstakur er í. Lívlong vegleiðing hevur týdning fyri lívsvirðið hjá borgaranum. Tað er neyðugt at kunna leita sær vegleiðing og fáa svar upp á spurningar og ivamál í sambandi við lesnað, broytta arbeiðsleið, førleikamenning ella val av lívsleið – alt sera týdningarmikil stig í lívinum.
Lívlong vegleiðing kann eisini hava gagnliga ávirkan á búskapin í samfelagnum. Tá fólk hava møguleika at fáa vegleiðing innan val av yrki, um tey gerast arbeiðsleys ella ynskja at broyta lívsleið, kann vegleiðing føra við sær, at tey koma skjótari í gongd við tað, tey ynskja, til gagn fyri tann einkulta, arbeiðsstaðið og samfelagið sum heild.
Nógv fara gjøgnum útbúgvingarskipanina og út á arbeiðsmarknaðin á sjálvstøðugan hátt, men onnur hava tørv á at tosa við ein vegleiðara, tá tey skulu velja. Á útbúgvingarstovnunum eru tilboð um vegleiðing. Tó kann verða neyðugt at søkja sær vegleiðing aðrastaðni - eitt nú á Vegleiðingarstovuni, sum eisini er eitt tilboð um vegleiðing um útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarmøguleikar til tey, ið ikki eru knýtt at útbúgvingarskipanini.
Nú Vegleiðingarstovan er sett á stovn, kunnu øll í Føroyum fáa javnbjóðis atgongd til góða vegleiðing innan útbúgvingar-, læru- ella arbeiðsmøguleikar. Á Vegleiðingarstovuni eru fólk vælkomin inn á gólvið at tosa um teirra útbúgvingar- og starvsmøguleikar við øllum tí, sum tað inniber. Eisini ber til at ringja ella senda ein teldupost.
Vegleiðingarstovan er í holt við at menna e-Vegleiðing, sum er ein skipan, har fólk kunnu ringja, skriva ella kjatta við ein vegleiðara á Vegleiðingarstovuni. So skjótt, sum hendan skipan er virkin, kunna vit um tað.
“Vegleiðingarstovan kring landið”
Vegleiðingarstovan fer kring landið, soleiðis at fólk fáa møguleikan at tosa við ein vegleiðara andlit til andlit. Tað er mangan best at hitta vegleiðaran, tí í samrøðuni spretta nýggj hugskot og soleiðis kann ein fáa meira burturúr vegleiðingini.
Øll útbúgvingarøki eru umboðaði á Vegleiðingarstovuni. Tí er altíð møguleiki fyri dygdargóðari vegleiðing – og vit vita, hvønn vit skulu seta okkum í samband við fyri at fáa besta svarið upp á
spurningar og ivamál.
Vegleiðarar eru at hitta: 21. nov. 2019, kl 15 – 18:
- Í Eysturoynni: Miðnám á Kambsdali: (vegleiðarar: Maria Gregersen og Maiken Skarðenni)
- Skúlin við Streymin: (vegleiðarar Nina Brockie Hansen og Per Jacobsen)
- Í Vágum: Skúlin á Giljanesi (vegleiðarar: Kristianna Mortansdóttir og Holger Arnbjerg)
- Í Vestmanna: Miðnám í Vestmanna (vegleiðarar: Deirdre Hansen og Hans Mikkelsen)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo