Tórshavnar kommuna: Í sambandi við flaggdagshaldið mánadagin 25. apríl eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum millum kl. 14 og 17:
- Frá kl. 14 verða gongugøtan, frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, og Áarvegurin, frá Vaglinum til Havnagøtu, stongd. Eisini Mylnugøta og niðasti partur av Tinghúsvegnum eru stongd.
- Kl. 15.30 til 17.30 eru Áarvegur, frá Vaglinum til Havnagøtu til rundkoyringina úti við Skansan, og vegurin Yviri við Strond, frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin, stongd.
- Kl. 14-17 eru Tórsgøta og torgið í Vágsbotni stongd, har Føroya Ellisakfør hava framsýning
Tú sært yvirlit yvir ferðsluavmarkingarnar á korti her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo