![Skeltiplan torsfest2023 21 til 23juli](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/9/6/csm_skeltiplan_torsfest2023_21_til_23juli_661d992817.png)
![Skeltiplan torsfest2023 21 til 23juli](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/9/6/csm_skeltiplan_torsfest2023_21_til_23juli_661d992817.png)
Tórshavnar kommuna: Í sambandi við Tórsfest 2023, sum verður leygardagin 22. juli, verða fleiri vegir í miðbýnum stongdir frá fríggjamorgunin 21. juli kl. 8 til sunnudagin 23. juli kl. 12.
Vegirnir verða stongdir soleiðis:
- Eingin gjøgnumkoyring frá Bøgøtu til Vágsbotn
- Tórsgøta er stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
- Sverrisgøta er stongd frá Magnus Heinasonar gøtu oman til Tórsgøtu
- Mylnugøta er stongd
- Bryggjubakki er stongdur til Bringsnagøtu
Sunnudagin 23. juli kl. 12 lata allir vegir upp aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo