Hósdagin kl. 16 letur upp listaframsýning í Perluni í Havn. Fýra av okkara fremstu listafólkum sýna fram, og framsýningin verður bert opin til sunnukvøldið.
4 profilar í Perluni
Á framsýningini verða verk eftir Arnold Vegghamar, Kára Svensson, Brandur Patursson og Eyðun av Reyni sýnd fram. Talan er um málningalist og glaslist.
Endamálið við framsýningini er at gera tað lættari hjá føroyingum at keypa føroyska list – og samstundis gera tað lættari hjá føroyskum listafólkum at selja sína list. Og her eru karmarnir í Perluni perfektir – mitt í miðbýnum í Havn.
Fernisering verður kl. 16–18 hósdagin, og framsýningin verður opin til og við sunnudagin kl. 18.
Arnold Vegghamar, Eyðun av Reyni og Kári Svensson hava hvør á sín hátt verið við til at mynda føroyska málningalist seinastu mongu árini. Vegghamar við sínum litríku og spælandi motivum og Eyðun og Kári við sínum abstraktu landsløgum og formum. Afturat teimum kemur Brandur Patursson við hansara glaslist og bjóðar av. Hetta er nýmótans og øðrvísi hugsandi list, sum er ein góður kontrastur og gevur framsýningini eina nýggja dimensjón og skapar eina heild.
Framsýnignin verður opin soleiðis:
Hósdagin 18/2 verður fernisering kl. 16-18
Fríggjadagin 19/2 kl. 14–18
Leygardagin 20/2 kl. 12–18
Sunnudagin 21/2 kl. 14-18
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo