Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú nærkast, at vegasambandið undir Skopunarfirði kemur ígjøgnum.

Tað er greitt, at skal ein so dýr farleið gjøgnumførast í mun til fólkatalið í Sandoynni, so skal ein tílík ætlan fyrireikast væl og virðiliga.

Eg ivist ikki í, at mangir tankar hava verið frammi í samband við at gera Eysturoyar- og Sandoyartunnil. Peningurin telir mest í fyrstu syftu, meðan at binda landið saman við vegum, og tí sleppa undan at gera og endurnýggja ferjur/ferjulegur. Tað telir nógv. Kostnaðurin er stórur í báðum førum.

Vit vóru vónrík, tá upplýsandi fundur var í Deplinum í Skálavík. Har vóru øll partapolitisk hegn tikin niður, so vit sóu samdar politikarar, uttan at nakar tráðaði eftir heiðurinum, men her varð víst á fulla semju í Løgtinginum.

Í upplýsandi panelinum sótu:

Brandur, Gerhard, Jørgen, Kaj Leo, Páll og Axel.

Eg ivist ikki í, at tað, ið loysti málið, var, at Jørgen tók til sín uppskotið um loysn hjá Bjarna Djurholm. Sum eg skilji, so vóru báðir tunnlarnir við hesum uppskoti knýttir saman í felagsloysn.

Um uppskotið annars bert loysti málið um Eysturoyartunnil, so varð helst seinum dagur, áðrenn politiskur vilji fekst til at loysa Sandoyartunnilin.

Vit takka Løgtinginum fyri at ganga við til loysnina, men vit eiga eisini at takka Bjarna Djurholm fyri uppskotið, sum Jørgen Niclasen bar fram fyri allar flokkar í Løgtinginum og fekk samtykt!

Eyðun Mohr Viderø

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo