Sum borgarstjóri í Klaksvík vil eg staðiliga heita á landsstýrismannin Jacob Vestergaard um at taka við í avgerð sína, at Veðurstova Føroya nú í fleiri ár er fyrireikað í Klaksvík av eldsálum og serkønum, harav partar longu starvast á Sjónámi í Klaksvík. Tað er tí púra sjálvsagt, at hesin spildurnýggi, føroyski landsstovnur verður staðsettur her.
Tað hevur leingi verið sagt av ymsum politiskum flokkum, at tá ið Føroyar yvirtaka nýggj málsøki og nýggir føroyskir stovnar síggja dagsins ljós, so er tað eitt kærkomið høvi til at leggja stovnar, tænastur og størv kring um í landi okkara.
Í fleiri áratíggju hevur generella gongdin verið ein alt ov einvís miðsavning av landsalmenna virkseminum í samfelag okkara, og avleiðingin av hesum er, at Føroyar minka sum land, tí økini kring landið fáa ikki sín nátúrliga og neyðuga lut í hesum parti av samfelagsrakstrinum.
Eg má vera púra erligur, at eg hevði ikki væntað og vænti framvegis ikki annað enn, at Veðurstova Føroya verður staðsett í Klaksvík, og orsøkin er einføld og sjálvsøgd.
Í áravís hava eldsálirnar og veðurserkønu klaksvíkingarnir Rúnar Alix Rasmussen, útbúgvin metereologur, og Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari og veðurkønur, arbeitt við og fyrireikað føroyska yvirtøku av hesum málsøki, sum teir saman við øðrum brenna fyri og eru serkønir innan.
Klaksvík er, sum øllum kunnugt, fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya, við hópin av bátum og skipum, reiðaríum og sjófólki, hvørs dagliga starv er treytað av at fáa góðar og álítandi veðurforsagnir, og sum tí eisini sjálvi hava stórt innlit í veðurviðurskifti.
Tað er tí ógvuliga skynsamt og logiskt at leggja Veðurstovu Føroya, har vitanin, serfrøðin og áhugin frammanundan er tilstaðar. Sjónám í Klaksvík er eitt sera gott boð, tí Sjónám er støðugt ment og veitir eina breiða viftu av útbúgvingum innan sjógvin.
Eitt sera stórt arbeiði – serliga av fólki úr Klaksvík – er lagt í at fyrireika hesa tænastu, sum nú verður yvirtikin úr Danmark, og vit áttu tí øll at verið glað, men so hendir tað ódámliga, at henda nýggja og væl fyrireikaða yvirtøka og tænasta brádliga verður løgd undir ein landsstovn, sum frammanundan liggur í høvuðsstaðnum!
Góði Jacob. Sum borgarstjóri í Klaksvík, seti eg mítt álit á, at tú fert at taka við í tína avgerð, tá málið nú er lýst væl og virðiliga, at Veðurstova Føroya eigur at liggja í Klaksvík.
Sum borgarstjóri í Klaksvík má eg tíverri siga, at tað kennist sum eitt rán – eftir alt tað stóra arbeiðið at yvirtaka Veðurstovu Føroya er gjørt og fyrireikað av eldsálum og serkønum hiðani úr økinum – um almennu Føroyar nú siga takk fyri stríðið og síðan taka hana frá klaksvíkingum og norðoyingum.
Klaksvík, 16. apríl 2021
Karl H. Johansen
Borgarstjóri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo