Tað er sera gott at hoyra stjóran á Umhvørvistovuni siga, at útbygging av varandi orkukeldum, vindorka, fyrst og fremst er neyðug, um vit skulu koma á mál og gerast 100% grøn og fáa útbygt skipanir, sum kunnu goyma og javna orkuna, so vit kunnu fáa alla vindorkuna til høldar. Hetta er ikki nýtt, men hetta er ein onnur kós enn hildin hevur verið higatil.
Hyggja vit eftir hvat hevur verið fyri á løgtingi, so er tað mvg frítøka av hitapumpum og el bilum. Nógv halda at hetta er rætta leiðin ímóti varandi orku. Lat ongan iva vera um at elbilar eru bæði einfaldari at gera og hava betri upptrek og eru lekrari at koyra enn enn diselbilar. Men, grønir eru teir ikki.
Jarðhiti er enn bara funnin í Kollafirði, men jarðkuldi, pumpaður heitur við hitapumpu, verður eisini av nógvum hildin vera ein dýr, men grøn loysn. Felags fyri hesar er at brenningin av olju er flutt á eitt annað matrikkul nummar, nevnuliga inn á Sund.
Á heimasíðu elframleiðarans sæst at oljunýtslan er økt í takt við uppsetingini av hitapumpum og elbilum, hóast nakað av vindorku er uppsett og fólk hava lagt um til LED ístaðin fyri gløðiperur. Grundin er at elframleiðsla við motorum er sera orkukrevjandi so bert lítil partur av orkuni, sum er í oljuni verður til elorku (uml. 1/3), resten verður til hita á elverkinum. So – hóast elbilurin ikki brennur olju sjálvur er, hann ikki við til at minka um oljunýtsluna í Føroyum.
Sama er við hitapumpuni. Uttan el pumpar hon ikki, og hóast hon er effektiv (COP uppá 3), so er torført at vinna alt tað “tapta” innaftur.
Skulu vit nakrantíð gerast sjálvbjargin við orku mugu vit heysta tað vit kunnu og fáa alt til høldar. Hetta ber væl til, og er ikki ein purningur um: Toppstýring, mgv frítøku og afturbering – men heldur um selja elorkuna bíligari, heldur enn at lata hana fara óbúkta framvið.
Stóra avbjóðingin er, at selja alla tøku orkuna, tá hon er har, og ikki bara snar bløðunum so vindmyllan næstan onki heystar og vatnið rennur óbrúkt útav byrgingunum, sjálvandi fyri ein prís sum kundin vil gjalda. Hetta merkir at vita mugu hava skiftandi prísir soleiðis at vit kunnu løða bilin og hita húsini bíligari tá ið yvirskots orka er í elskipanini.
Einasta gongda leiðin er ein fríur el-marknaður, har kundin kann velja ta loysn, sum hann heldur verða hin besta.
Thormann Kruse
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo