Vit her á landi hava hug at knarra um váta og kalda summarið, vit hava havt hagartil og kanska ynskt okkum ein litlan part av hitabylgjunum sunnanfyri okkum.
Sannroynd er, at hetta veðrið vit hava uttan iva er okkara partur av teim øgiligu veðurlagsbroytingunum sum nú fara fram.
Frakland, Italia og Portugal sum omaná øgiligar skógareldar og fleiri hitabylgjur eru rakt av versta turkinum kanska nakrantíð og við øgiligum menniskjaligum og fíggjarligum avleiðingum.
Eg vil heita á fólk um at leita fram DEADLINE á DR2 tann 14. august ( trýst her ) har frægi veðurmaðurin Jesper Teilgaard greiðir frá um hesar øgiligu broytingar sum nú fara fram og eisini raka Føroyar.
Á veðurlagsráðstevnu í Norðurlandahúsinum í 2019 har Jesper Teilgaard var høvuðsrøðari, metti hann, at Føroyar og Ísland framyvir fara at fáa nógv fleiri ódnir og nógv avfall, tíanverri sær út til at hann hevur rætt í sínum forsøgnum.
Einasti máti at tálma veðurlagsbroytingarnar uppá er við politiskum átøkum.
Johan Mortensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo