36.900 krónur. Tað var upphæddin, sum ein veðrur bleiv seldur fyri á sonevndari mexikanskari uppboðssølu í Rituvík seinnapartin. Tá veðrurin seinni varð flettur kundi staðfestast, at hann vigaði 65 pund.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum sjálvur var uppboðssøluhaldari, váttar fyri VP, at hetta veruliga hendi.
Pengarnir fara óskerdir til at byggja nýtt missiónshús í Rituvík.
Veðrurin fekk sjálvandi eyknevnið Missiónsveðrurin.
Tórbjørn Jacobsen sigur seg ikki vita um størri upphædd, sum er rindað fyri ein veðr á uppboði, og er tí helst talan um met.
Veðrakrovið er fremst á myndini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo