Í morgin verður ættin ímillum sunnan og útsynning, strúkur í vindi, ælaveður og hitin um 10 stig.
Týsdagin lot til frískan vind vestaneftir, okkurt æli men eisini sólglottar, hitin um 8 stig.
Mikudagin gul eystaneftir, seinnapartin og um kvøldið fer at regna og hitin um 9 stig.
Hósdagin verður ein ond eystaneftir, skýggjað men turt og hitin um 8 stig.
Fríggjadagin frískar hann sum frálíður vindin av eystri, onkra løtu sær sólin, hitin um 9 stig.
Næsta vikuskifti verður merkt av vindi og regni, serliga leygardagin tá verður samregn og nógvur vindur av eystanættum, sunnudagin frægari og lýtt, um 10 stig alt vikuskiftið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo