Hóast vit eru komin hálva leið inn í november tá henda vikan er av, so er ongin kuldi enn at hóma í luftini, heldur tvørtur ímóti.
Í vikuni sum kemur fer hitin flestu dagarnar og næturnar við at liggja ímillum 8 og 10 stig.
Tað verður nakað av avfalli, serliga mitt í vikuni. Vindurin kemur fyri tað mesta lágt, mitt í vikuni upp í strúk ella kanska skrið, men annars bert lot til frískt lot.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo