Várið er ikki rættuliga komið fyri seg enn, tí øll henda vikan sum kemur verður merkt av kulda, hóast veðrið annars verður gott.
Í dag verður hann sunnan í ættini, sól, turrveður og hitin um 8 stig. Men í morgin kemur hann høgt, og tað verður galdandi fyri restina av vikuni.
Í morgin verður okkurt æli fyrrapartin men sólglottar seinnapartin og hitin um 6-7 stig.
Týsdagin frískar hann vindin nakað, mest landnyrðingur, sólglottar men eisini okkurt æli, hitin 5-6 stig.
Mikudagin mest útnyrðingur, frískur vindur, okkurt æli men sólglottar og hitin niður í trý stig.
Hósdagin gul av norði og landnyrðingi, sólglottar ein stóran part av degnum, hitin 3-5 stig.
Fríggjadagin og næsta vikuskiftið mestsum stilli, kanska ein ond millum norðan og landnyrðing, hitin allar dagarnar ímillum 2 og 5 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo