Í morgin verður ælaveður, men seint seinnapartin slítur í og sólin kemur fram. Ættin verður landsynningur, strúkur í vindi, seinnapartin minni vindur og hitin um 13 stig.
Týsdagin sær sólin, gul av landsynningi og lýtt, um 15 stig.
Mikudagin lot eystan, samdrigið og seinnapartin okkurt ælið, hitin um 12 stig.
Hósdagin fyrst logn, sum dagurin líður frískar hann vindin av útsynningi, okkurt ælið og hitin um 10 stig.
Fríggjadagin fyrst gul av útsynnigi, sum dagurin líður eitt sindur frískari vindur, Okkurt ælið tíðliga á degnum, annars sólglottar og hitin eini 12 stig.
Næsta vikuskifti verður frískur vindur av útsynnigi, ælaveður og hitin 10-12 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo