Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Røða hildin á fólkafundinum á Doktaragrund 29. juli 2023

Fyri nøkrum árum síðani bleiv eg aktiv í umhvørvisfelagsskapum og byrjaði at læra eina rúgvu um veðurlagskreppuna og tað stóra órættvísi, sum fer fram í dag orsaka av dálking.

Hetta er ikki vitan, sum er løtt at bera. Og tá eg samstundis upplivdi, hvussu trupult tað var fyri politisku skipanina at taka veðurlagskreppuna í álvara, upplivdi eg eina kenslu av máttloysi og stúran.

Eg kendi tað soleiðis, at meðan vit bíða eftir politisku skipanini at vakna, so skal eg gera alt tað, sum eg eri ment, fyri at minka um mítt egna útlát. Eg fór undir at broyta mínar vanar, nakrar í senn, so tað ikki bleiv so ógvusligt.

Men áðrenn eg visti av, so var tað júst tað. For ógvusligt. Ikki tað, at nýggju vanarnir so sum at gera sankutøð, at keypa brúkt, eta minni kjøt o.s.fr. – at nakað er galið við teimum vanunum, men tað, sum eg merkti var, at meðan eg royndi so nógv at broyta vanarnar, upplivdi eg, at heimurin framvegis fór við fullari ferð í móti eini veðurlagskreppu.

Og tað, sum eg merkti mest av øllum var, at tað var minni orka til at luttaka í felagsskapum og saman við øðrum krevja tær stóru samfelagsligu broytingarnar, sum skulu til, fyri at tann grøna loysnin verður tann lætta loysnin.

Persónligar lívsstílsbroytingar eru góðar, men langt frá nokk. Og hyggja vit for nógv inneftir við ábyrgdini, so leiðir hetta uppmerksemið frá teimum stóru broytingunum, og stóru dálkararnir sleppa at halda fram ótarnaðir.

Hesar stóru samfelagsligu broytingarnar, sum gera tað møguligt hjá øllum at vera við í grøna orkuskiftinum, fáa vit bara, um vit savnast í eini sterkari veðurlagsrørslu og krevja hetta. Politiska skipanin vaknar ikki av sær sjálvari.

So hvat gera vit við tað?

Eftir at hitamet eru sligin uppá slag í allan juli mánað, kom ST aðalskrivarin herfyri við álvarsamari staðfesting:

Tíðarskeiðið við upphiting er farið. Tíðarskeiðið har heimurin kókar er byrjað. Í somu røðu sigur António Guterres, at tað er enn møguligt at forða fyri verstu avleiðingunum av veðurlagskreppuni, men at tað krevur, at vit seta øgilig átøk í verk alt fyri eitt. Álvarsami boðskapurin hevur fingið fleiri heimsleiðarar at úttala seg. Tað hevur okkara egni løgmaður, Aksel Johannesen eisini gjørt.

Í hesum sambandi er tað gott at hava í huga, at ein greiður meiriluti av føroyingum ynskir, at útlátið skal minka munandi tey komandi árini. Og tað eru óteljandi átøk, sum vit enn kunnu seta í verk politiskt, soleiðis at vit verða við til at bremsa veðurlagskreppuni. Samstundis kunnu vit eisini skapa eitt betri samfelag!

Tí veðurlagsstríðið er eitt stríð fyri fólkaræði
Vit standa fyri stórum samfelagsligum broytingum. Vit skulu skapa eitt samfelag, har vit trívast og samstundis virka innanfyri jarðarinnar mørk. Tað krevur eitt sterkt fólkaræði.

Við at skipa eitt veðurlagsborgarating, sleppur borgarin til orðanna. Har kunnu føroyingar hittast, læra um veðurlagskreppuna frá serfrøðingum og kjakast um og gera tilmæli til landsins leiðslu um politisk átøk.

Veðurlagsborgaratingið verður tilvildarliga valt og valt soleiðis, at føroyingurin í mun til búseting, starv, aldur og kyn er umboðaður. Úrslitið við borgaratingum er ofta, at borgaratingið vísir á sterkari átøk, enn tað, ið politiski myndugleikin klárar at krylla fram. Orsøkin er heilt einfalt, at politikarar eru ov bangnir fyri at seta veðurlagsátøk í verk. Teir undirmeta ferð aftaná ferð ynskið hjá fólkinum um júst hetta.
__

Veðurlagspolitikkur er fullveldispolitikkur
Í væl meir enn eina øld hevur sambandsflokkurin grivið ta grøv við mantraðinum, at vit mugu gerast ríkari, áðrenn vit kunnu loysa. Men tað hoyrast nú pipp frá Sambandsflokkinum um, at sambandsveljarar ikki leggja so nógv í blokkin frá Danmark.

Tað ber bara boð um, at vit mugu ansa okkum enn betri, at vit ikki fella í hesa somu sambandsgrøv.

Ansa okkum, at vit ikki akta boðskapin um, at vit mugu hava óendaligan búskaparvøkstur og góðtaka ógvusligu ávirkanina, sum hetta hevur á náttúru og veðurlag, skulu vit loysa. Ovurnýtslu og ovurtroytan av okkara tilfeingi, leita eftir og framleiða olju, soleiðis at vit kunnu gerast rík nokk at loysa. Hetta er heilt einfalt ein skrøna.

Vit megna væl at ráða yvir egnum landi. Vit megna væl at gera hetta á ein burðardyggan hátt!

-

Eg standi her á vælkenda steininum á Doktaragrund og beri fram míni orð. Simon Kofe, uttanríkisráðharri í Tuvalo, heldur røðu við sjógvi upp til knø fyri at vísa heimsims leiðarum hvørja ræðandi og óberandi støðu Tuvalo og aðrar stórhavstjóðir í stillahavinum eru í, orsaka av øktari vatnstøðu.

Soleiðis eru okkara støður so ymiskar. Hjá mær og Simon. Hjá stórhavstjóðini Tuvalo og stórhavstjóðini Føroyar.

Beint frammanfyri skermin, har røðan verður varpað á COP-fundi, stendur Mia Motley, forsetisráðfrú í Barbados.

Virkar tað fjart, so er tað har, sum ikonið Rihanna kemur frá.

Mia Motley gongur í dag á odda fyri at broyta altjóða veðurlagsfíggingina, soleiðis at londini í globala suður hava munandi betri førleikar at tillaga seg og leggja um til varandi orkukeldur. Nógv bendir á, at stríðið er væleydnað, og at enn betri er í væntu.

Teirra veðurlagsstríð er sanniliga frælsisstríð, og vit eiga at stuðla teimum og øllum øðrum tjóðum í hesum. Eitt stríð um valdið yvir egnari framtíð og menning, sum tó í dag verður stýrt sum eru tey marionettdukkur í einum heimi, har globala norður í alt ov stóran mun letst sum einki og heldur áfram við at dálka. Prísin gjalda tey við sínum frælsi og lívi.

Sanniliga er veðurlagsstríð eisini fullveldis- og frælsisstríð. Frælsi fyri at varðveita sítt liviøkið, mál, mentan og ræði yvir framtíðini hjá eins egnari tjóð.

Føroyar eiga at trína á veðurlagspallin saman við hesum og øðrum stórhavstjóðum og leggja trýst á, at ambitiónirnar verða verandi høgar, og at átøkini eru hareftir.
__

Veðurlagsstríð er eitt stórt tak fyri sjálvbjargni
Vit eru enn so bundin at oljuni, at oljuútreiðslurnar øktust við eini hálvari milliard hetta síðsta ári í mun til ári fyri, orsaka av øktu oljuprísunum.

Hyggja vit at alternativunum, so eru ríkir møguleikar har.

Kostnaðurin av sól- og vindorku er minkaður við ávikavist 90 og 70% innan 10 ár, og bíligasta elið, sum nakrantíð er framleitt, er framleitt við sólorku. Aðrar orkukeldur taka seg eisini fram við fullari ferð, og útbyggingin av varandi orku gongur av tí sama skjótt. Vit útbyggja longu hvørt ár tvífalt so nógva sólorku, sum altjóða orkuráðið metti, at vit fóru at útbyggja í 2040.

Tað verður ikki so leingi afturat, so tekna børnini ikki hús við skorsteini. Tey tekna hús við sólorkuskipan og hitapumpu.

Lat okkum seta neyðugu fíggingina av, so vit skjótt og væl kunnu framleiða munandi meira varandi orku. Lat okkum hugsa um orkusparandi átøk. Lat okkum veruliga taka atlit at okkara viðbreknu náttúru og taka tøk fyri, at øll okkara orkunýtsla verður flutt yvir til varandi orkukeldur. Soleiðis kunnu vit gerast fult sjálvbjargin á orkuøkinum.

Enn er langt á mál, og nógv skal til afturat fyri, at okkara átøk samsvara við okkara ynski og tørv á at varðveita eitt trygt veðurlag fyri okkum øll.

Men vón fær okkum at handla. Vónina finna vit í felagsskapinum, og vónin verður skapt, tá vit handla. Vónina mugu vit til tíðir eisini sjálvi leita okkum fram. Best av øllum gevur vónin okkum yvirskot at ímynda okkum ein øðrvísi, betri heim.

Tí skulu vit veruliga fasthalda okkum í verandi skipan og bara leggja um til varandi orkukeldur? Hvat um nýggja heimsstøðan er ein møguleiki at skapa ein tryggari, frælsari og rættvísari heim?

Eg síggi í øllum førum fram til at liva í einum heimi, har vit hava trýst og skumpað mørkini fyri, hvussu frælsur og rættvísur heimurin kann vera.

Bert í einum sterkum felagsskapi kunnu vit fáa júst hetta til veruleika.

Takk fyri og góða ólavsøku!

Elsa Berg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo