Havnar Bjargingarfelag: Fyri at savna inn pening til raksturin av Havnar Bjargingarfelag hava fjallabjargararnir í felagnum havt 4-5 veðrar gangandi í Høvdabergi í summar.
Talan er um fyrsta flokks veðrakjøt, sum møguligt verður at ogna sær á uppboðssølu leygarkvøldið klokkan 17.00.
Fyri at gera uppboðssøluna meiri undirhaldandi og viðkomandi, nú tað stundar til býráðsval, hevur Havnar Bjargingarfelag heitt á umboð fyri politisku flokkarnar sum eru uppstillaðir til komandi býráðsval, um at standa fyri hvør sínum parti av uppboðssøluni. Veðrarnir eru sundurlimaðir, og verða limirnir seldir hvør sær.
Limir í Havnar Bjargingarfelag hava saman við bóndanum hegnað av skorðina, rikið veðrarnar út og havi fyri góðum trimum vikum síðani veri eftir veðrunum og síðani flett teir
Allur innkomni peningurin fer til at stuðla sjálvbodna arbeiðinum hjá Havnar Bjargingarfelag.
Havnar Bjargingarfelag vónar at undirtøkan at ogna sær ein góðan bita og at stuðlan virksemi felagsin verður góð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo