Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fríggjadagin 3. mai kl. 12:00 verða veðurlagsverkføll í 5 støðum kring alt landið.

Hesi verða í TSK, á miðnámi í Vestmanna, á Glasi, í miðnámsskúlanum í Suðuroy og á Vaglinum í Havn.

Síðani Greta Thunberg sjálv tók stig til veðurlagsverkføll í 2018, hava milliónir av fólki verið á veðurlagsverkfalli í alskyns londum kring allan heimin og á øllum heimspørtum – eisini á suðurpólinum og fríggjadagar í Føroyum.

Veðurlagsverkføll verða skipað, tí tað er alt avgerandi, at politikararnir taka veðurlagsbroytingarnar í álvara, lurta eftir granskingini og fremja nógv fleiri neyðug og sterk átøk til tess at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og at fremja skiftið frá svartari orku til grøna orku. Avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum eru álvarsamar, og milliónir av veðurlagsflóttafólkum merkja hetta longu í dag. Eisini eru fleiri sløg av plantum og djórum hótt og onnur doyggja út, og støðan gerst bara verri, um vit halda á sum vant.

Føroyar eru enn einki undangonguland á grøna økinum. M.a. hevur Føroya Løgting júst samtykt, at oljuleitingar í Føroyskum øki skulu í gongd aftur og náttúruverndarlógin verður allarhelst ikki samtykt í hesum samgonguskeiðinum kortini. Vit eru tí í eini støðu, har oljuvirksemi í føroyskum øki verður tikið framum vernd av føroysku náttúruni. Hetta er átaluvert. Hendan gongdin kann tó vendast, og tí mugu vit savnast og krevja, at skútan verður vend!

Øll eru vælkomin til veðurlagsverkføllini, eisini tey sum ikki ganga sína dagligu gongd í skúlunum.

Stuðlarnir av veðurlagsverkføllunum eru:
FNU, Ringrás, Reyði Krossur, Unga Tjóðveldið, Ungmannafelagið Samband, Ungt Sjálvstýri, Sosialistisk Ung og Útilív.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo