Vestmanna.fo: Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av vatnverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis er skráseting, vatnsýnistøkur, innaneftirlit v.m. skjalfest.
Vestmanna er tann 15. kommunan sum fær hesa løggilding.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo