- Í løtuni rennur vatn úr loftinum í Eysturoyartunlinum niður á koyribreytina. Bilførarar gjørdu vart við hettar sunnukvøldið, stutt fyri miðnátt, skrivar Løgreglan.
- Hetta er 610 metrar inni í tunlinum frá munninum á Hvítanesi. Tunnilsfelagið og serkøn fólk hjá Articon hava hugt uppá lekan og meta ikki, at nakar vandi er av hesum, men tó kunnu fólk hvøkka við, og tí gera vit vart við hetta. Ivaleyst vatn sum hevur staðið í helluni, og sum nú er farið at renna, tí hol er komið í sproytibetongið, sum tunnilsveggurin er klæddur við. Lekin verður umvældur sum skjótast - møguliga mánakvøldið, skrivar Løgreglan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo