Spurningur til komandi bygdaráðslimir i Vága komunu um pumpuhúsið við Leitisvatn.
Er tað undirtøka fyri at taka hetta húsið niður og byggja eitt gróthús við flagtekju til vatnpumpurnar?
Tað er ikki nøkur loysn, at laða grót rundan um henda ljóta betongkassan hjá Vága kommunu.
Hetta húsið misprýðir hetta vakra økið, og fellur í eyguni hjá føroyingum, og teimun mongu ferðafólkunum sum vitja, og avmynda hetta vakra økið.
Hetta húsið skuldi verið tikið niður, og síðani laðað eitt gróthús við flagtekju til verandi vatnpumpur.
Borgari í Vága komunu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo