Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Semjan um Suðuroyartunnilin er kærkomin, men ikki uttan lítir í verandi líki.

Tær tvær uppskotnu linjuføringarnar gjøgnum Sandsbygd eru hvør verri enn onnur, og bera tær brá av hvussu illa ber til at hava fagurfrøðilig og náttúruatlit, tá um linjuføring ræður.

Eg haldi ikki at vit Sandingar skulu góðtaka premissuna í uppskotnu linjuføringunum.

Hóast vit av heilum huga stuðla Suðuroyartunlinum, so góðtaka vit ikki at okkara vakra bygd, verður gjøgnumkoyring fyri so nógva og tunga ferðslu, sum leiðin viðførur.

Suðuroyartunnilin má antin fara undir kav áðrenn hann kemur í Sandsbygd, ella má farleiðin leggjast uppi á Hamarinum, og úti á Líðarenda verða íbundin, tunnilsvegin til Suðuroyar.

Tykist onkursvegna, sum at uppskotnu linjuføringarnar, er lagdar fyri at skapa sum mest av mótstøðu um málið.

Vit Sandingar ynskja ikki at vera ímóti Suðuroyartunlinum, tvørturímóti, men verandi uppskot eru burtur úr vón og viti, tá um Sandsbygd ræður.

Tað kann ikki vera rætt politiskt at seta Sandingar upp ímóti Suðringum, og ei heldur at sleppa Skúvoyingum uppá fjall.

Eg hevði ætla at slept polittiska lívinum, men at Sandsbygd skal viðfarast á henda hátt, fari eg ikki at finna meg í. Og tað eru fleiri við mær.

Páll á Reynatúgvu,
borgari á Sandi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo