Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Nøkur orð, ið vóru mettað við fyrnd, søgdu allan sannleikan. Suðið av andadrátti lívsins hoyrdist í tøgnini og kendist svalandi. Ein reinsandi løkur fullur av heilsubót. Tey vóru nær, hjástødd í nærleika. Nærleiki, ikki í frástøðu.

 

Umsorgan og røkt eru best, har heitar hendur geva hjartans fløva. Alt gott um netið, tað at vera viðkomandi á netinum, hóast tað einans er næstbest. Viðhvørt er tað næstbesta best undir givnum og krevjandi umstøðum. Ein gudstænasta á netinum er góð, tí ímyndin av nærleika hongur í luftini.

 

Um páskirnar kendist uppreisnin likamliga sjónlig. Føstan hevði verið drúgv og sinnisliga stravin. Óttin hevði gingið húsagongd á skýmligum gøtum. Ófrættakend kendust ælini úr øllum ættum. Tað var sjúka her, og vandin var allastaðni.

 

Mitt í tilveruni stóðu tey innan heilsuverki, røkt og tænastu sum drangar í sjónum, stinn og støðuføst. Álitisvekjandi og virkin okkum til bót og bata. Tey arbeiddu okkara vegna, øll hesi mongu og mangir ymiskir fakbólkar.

 

Covid-19 er ræðandi við sínum dulda andliti. Lúrandi lumpin flytur sóttin seg frá einum til annan, úr einum staði til annað. Mong ymisk yrki tóku ábyrgd innan heilsu- og almannaverki saman við politiska myndugleikanum. Hvørja ferð vit nevna eitt yrki manglar ein annar bólkur av fakfólki. Eitt fjølbroytt toymi. Hin ósjónligi telur í heildini eins væl og tann sjónligi.

 

Tað er eingin sjálvfylgja, at fólk koma okkum til hjálpar, tá ið á stendur. Einki kemur av sær sjálvum. Satt at siga krevst eitt slag av uppreisn fyri at avrika stórverk. At síggja støðu næstans og fara til verka, hóast møguleikin fyri óhepnum fylgjum er veruligur. Tað er ein lívsjáttandi kraft.

 

Eitt vælferðarsamfelag byggir á fólkaræðisligan hugburð, ið er mentur ígjøgnum fleiri ártíggju. Tó, eingin skipan er sterkari enn tey menniskju, ið umsita hana. Tað menniskjansliga medvitið ella tilgongdin er alt avgerandi. Ein nýtilig skipan er góð, um tað menniskjansliga sampakkar við skipanina.

 

Mær rennur til hugs eina støðu fyri árum síðan. Havnar Arbeiðskvinnufelag var í verkfalli. Ein stórur partur av samfelagnum lá lamin. Komin inn á Landssjúkrahúsið møtti eg nøkrum læknum. Vit komu í prát. Teir søgdu mær, at teir ikki fingu gjørt sín gerning á skurðdeildini, tí reingerðarfólkini vóru í verkfalli.

 

Útsøgnin er áhugaverd og prógvar, at á einum stórum arbeiðsplássi eru øll yrki týðandi og treytað hvørt annað. Nakað tað sama er galdandi, nú Covid-19 setur heimin í eina ókenda støðu.

 

Kristnin eigur ikki ognarrættin til miskunnarverk og góðgerðir. Tað er eitt fyribrigdi, ið er kent um allan heimin. Skriftin umtalar jaliga ta sannroynd, at heidningarnir, t.e. ikki jødisk fólkasløg, gera góðar gerningar menniskjum til signingar.

 

Um páskirnar gjørdist spurningin viðkomandi, um eg sjálvur var risin upp við hinum upprisna. At síggja hin upprisna Jesus skapa lív í eins egna lívi er at verða endurføddur til livandi vónar. Tað broytir øll viðurskifti, og ger allar lutir nýggjar.

 

Í uppreisn Jesus Krists fær tøkkin pláss í hjartanum. Tøkkin fyri Guðs umsorgan og náði, at hann á undurfullan hátt lívgar okkum við himmiríkisins signing. Ein undurfull frelsa í Jesu fullgjørda verki við hvíld og friði mitt í øllum og omanfyri alt.

 

Og so sjálvur at rísa upp, upp um alt tað smáliga, sum býr í mær. Síggja onnur kristin í øðrum kirkjum og samkomum sum brøður og systrar í Harranum. Síggja ta stóru fjøld av vitnum, ið prísar navni Guðs. Síggja seg bornan av Guðs góðsku og vardan av hansara einglaskara.

 

Uppreisnin staðfestir trúnna á frelsaran Jesus og elur fram tøkk fyri tey menniskju, ið gagna vælveru og heilsustøðu okkara til likams og sálar. Tøkk fyri tað sosiala trygdarnetið, ið eyðkennir tað føroyska samfelagið.

 

Uppreisnin føðir bønina um Guðs signing og vísdóm yvir tey fakfólk, ið taka avgerðir okkara vegna. Bønina um sálarró og frið í hjørtunum á borgarum landsins.

 

At rísa upp og síggja teir ósjónligu lutirnar, ið eru týðandi liðir í teimum berandi súlunum í tilveruni. At hava innlit í útsýnið, og útsýni inn yvir tað menniskjansliga inst í hjartans dýpi og hugsan.

 

Uttan Jesus var mangt øðrvísi og sum einki hjá teimum kristnu. Hann gav lívinum innihald, vón og frið. Eina vón í vónloysi. Ein frið í ófriði. Eitt innihald, har alt tóktist høpisleyst.

 

Jesus gevur oss møguleikan at síggja jørðina úr erva og síggja heildina. Hann gevur okkum førleikan at meta um, so menniskjanslig atlit vignast og lívið mennist.

 

Samstundis sum takkað verður fyri jaliga gongd, meðan samfelagið var afturlatið, eru vit nakað sperd, nú tað varisliga letur uppaftur. Hugsað verður um børnini í skúla og á dagstovni. Hugsað verður um tey eldru, ið kenna lívsvirðið dalandi vegna skerdar møguleikar til persónligt samskifti.

 

Vit biðja Harran um vísdóm og skynsemi, nú vit hóvliga venda aftur til gerandisdagin. Vit biðja Harran um einglavernd yvir land og fólk frá sólarrisi til sólsetur og frá sólsetri til sólarris. Amen.

 

Orðið: “Harrin vælsigni teg og varðveiti teg!” (Fjórða Mósebók 6,24).

 

Jógvan Fríðriksson

biskupur

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo