Varðhaldsfongslingin hjá einum manni, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Skálafirði 20. november, er longd fýra vikur, skrivar KVF.
Tað var gjørt í morgun uttan rættarfund, tí maðurin góðtók sjálvboðin, at varðhaldsfongslingin var longd.
Maðurin, sum er útlendingur, er skuldsettur fyri at stinga ein føroyskan mann í bringuna við knívi, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo